Í oktober og november gjørdi Fyribyrgingarráðið kanningar av inniluftini á almennum støðum í Føroyum, kanningin, ið var partur av heimsumfatandi kanning hjá WHO, vísti ræðandi úrslit.
Sambært luftgóðsku standardinum hjá WHO, eigur mongdin av smáum bitlum, rópt í hvørjum m3 at vera í mesta lagi 10 í meðal um árið, og um døgnið í mesta lagi 25 um samdøgrið.
Fólk frá fyribyrgingarráðnum hava verið á almennum støðum so sum handlum, náttklubbum, matstovum og øðrum kring Føroyar, og tølini eru nógvar ferð hægri enn tilrátt verður.
Sambært almennu tilráðingunum er 301 smáir bitlar um samdøgrið at meta sum sera vandamikið og tilráðingar eru, at fólk við hjarta ella lunga sjúkum, gomul fólk og børn skulu halda seg burtur úr luftini, og øll onnur eiga at halda seg í ró, og ikki gera ov nógv av kropsliga.
Hægstu mátingarnar, ið fyribyrgingarráðið gjørdi vóru yvir 1600 smá bitlar í hvørjum m3, hetta var í náttarlívinum og hægstu miðaltølini vóru 867 smáir bitlar í hvørjum m3.
Mátingarnar vísa sostatt, at fólk, ið arbeiðir ella ferðast í náttarlívinum, verður útsett fyri passivum royki, ið er í nógvar ferðir hægri enn tað, ið verður mett sum heilsuskaðiligt.