Lukas Graham farin á flog í USA

Tað gongur strúkandi hjá poppbólkinum Lukas Graham í USA

Tað gongur strúkandi hjá poppbólkinum Lukas Graham í USA. 

Sangurin 7 Years er á veg móti toppinum á Hot 100 hjá Billboard, sum telist millum týdningarmestu hitlistar í heiminum. Seinastu seks vikurnar hevur sangurin verið á listanum, og hesa vikuna gera sangurin eitt lop upp til 12. pláss.

Sangurin 7 Years hevur eisini hittað aðrastaðni í heimunum og hevur verið nummar 1 í til dømis Bretlandi, Australia, Svøríki, Írlandi og Hollandi.

Lukas Graham hevði tríggjar konsertir í Føroyum í fjør, og bólkurin var stórliga fagnaður fyri allar framførslurnar. Tann fyrsta var á Summa Festivalinum og síðani vóru tvær í høllini á Hálsi í Havn.