UTTAN iva eru flest øll við at verða mettað við tíðindum um bankakanningina. Helst er tað rætt, at henda kanningin tekur alt ov nógva tíð og orku, sum annars kundi verið brúkt til onnur týðandi mál. Men hetta er ein sannleiki við motifikatiónum. Tí vit eru noydd til at fylgja hesum máli ?to the bitter end?, sum tikið verður til. Tað ber ikki til nú - fyri tað um luftin er farin úr ballónini í Danmark - at vit føroyingar geva skarvin yvir.
HER er ein bankakanning gjørd, og hon skal brúkast til nakað skilagott. Eru danir ikki sinnaðir til tess, so er tað so mikið meira okkara uppgáva at gera arbeiðið. Tað er tí sera áhugavert at vita, hvat tingmenn, landsstýrið og umboð fyri Fíggingargrunnin, sum vitjar í Føroyum, hava í kvittanum. Tað má so vera okkara vón, at formaðurin í Fíggingargrunninum, sum annars er slektaður úr Bø og higartil hevur víst seg at hava eina føling við, hvat fyrigongur og bylgist í Føroyum, er okkara maður. Júst Knud Heinesen kann vera føroyski trumfurin í hesi torføru kabalu. Hann er settur at umsita ein grunn, sum hevur til uppgávu at fáa føroysku samfelagshjólini at koyra aftur. Vit mugu so seta okkara álit til, at hesin maðurin ikki er enn ein trojanskur hestur hjá donskum politikarum, embætismonnum og bankafólki. Tað er so eisini ein sannroynd, at tað, sum tørvur er á í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, er nettup ein persónur, sum við tí røttu vitanini og innlitinum, kann byggja brýr aftur millum londini.
OG Knud Heinesen veit, hvat rørir seg í føroyska samfelagnum. Hann veit eisini, at hóast nógvir danir halda, at føroyingar bara vilja geva Danmark skyldina fyri støðuna í Føroyum, so er hetta ikki allur sannleikin. Vit halda okkara skyldur í løtuni við at rinda okursrentur til Danmark fyri lánini. Knud Heinesen veit eisini, at endar bankamálið sum tað kundi sæð út í løtuni - við at Nyrup og hansara fólk - sleppa snikkaleys burtur úr øllum - og føroyingar ikki fáa eina uppreisn bæði moralskt, politiskt og peningaliga, so er hetta billettin til loysingina. Hvussu sambandskir og samríkishugaðir føroyingar enn eru tað, so fer eingin føroyingur at stuðla hesum samstarvi í framtíðini - um ikki teir seku í Danmark, tað verið seg banki ella politikarar vísa angur í orðum og verki.
VIT teljast millum teirra, sum bera ótta fyri, at alt hetta skal detta á gólvið. Vit kenna okkum ikki trygg við Nyrup og hansara fólk, nú tónin frá tíðini beint eftir bankakanningina til eftir fólkatingsorðaskiftið aftur er broyttur fullkomiliga og aftur hevur fingið gamla innihaldið: at føroyingar hava alla skyldina sjálvir, at talan er um oysl og yvirforbrúk og at orsøkin til at støðan er so fræg sum hon er í Føroyum, skyldast tiltøkunum frá danskari síðu.
FØROYINGAR eiga ikki at krevja pengar fyri pengarnar skyld. Vit eiga at krevja okkara rætt, og vit eiga at krevja virðing frá dønum. Og hesa virðing má danska stjórnin vísa í verki, antin tað so eitur kontantpeningur, minking av skuld osfr. Málið er so stórt og so álvarsligt, at vit bera ótta fyri, hvat fer at henda, um løgmaður einsamallur sleppur at rutta við hesum máli, eins og hann hevur gjørt við so nógvum øðrum málum. Demokratiið í Føroyum má røkka út um skrivstovu løgmans og hansara ráðgevar. Bankamálið er kanska nettup ein roynd at vita, hvussu væl demokratiið og okkara parlamentiska skipan virkar her heima. Hvussu vit kunnu fáa best burtur úr við at sameina allar góðar kreftir.