Lundin skal friðast fyri at bjarga honum

BRÁÐNEYÐUGT Fyri tíggju árum síðani vórðu næstan 100.000 lundar fleygaðir í Føroyum, men í fjør vórðu bara 339 lundar fleygaðir. Skal stovnurin bjargast má hann friðast alt fyri eitt

- Tað er alneyðugt, at lundin verður friðaður í nøkur ár, til stovnurin er komin fyri seg eftir.
Tað staðfestir Bergur Olsen fuglafrøðingur.
Saman við Jens-Kjeld Jensen hevur hann gjørt eina kanning fyri Innlendismálaráðið um støðuna hjá lundanum í Føroyum.
Kanningin vísir eina sera dapra mynd av støðuni og gongur, sum teir vilja, verður ongin lundi í døgverðapottinum á ólavsøku, hvørki í ár ella tey næstu árini.
Støðan er so syndarlig, at fuglafrøðingarnir rætt og slætt mæla landsstýrinum til at friða lundan í nøkur ár, til stovnurin er komin fyri seg aftur.
Og friðingin skal setast í gildið alt fyri eitt so at tað heldur ikki verður loyvt at fleyga lunda í summar.
Kanningar og teljingar vísa, at tað hava verið øgiliga stór sveiggj í veiðini, men tað er serliga hesi síðstu árini síðani 2003, at afturgongdin hevur verið stór.
- Um aldarskiftið vóru nøkur heilt góð lundaár, og tá vórðu næstan 100.000 lundar fleygaðir um árið, men seinastu átta árini hevur at kalla onki verið at fingið, siga teir báðir fuglafrøðingarnir, Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen.

Ikki týndur av veiði
Berur Olsen sigur, at hóast lundaveiðan hevur verið stór, er tað ikki ovurveiða, sum er orsøkin til stóru minkingina hesi seinastu árini.
- Tað er føðitrot, sum er orsøkin til minkingina, staðfesta teir stutt.
Bergur Olsen eigur, at tað er ongin nebbasild til og tí koma heldur ongar pisur undan tí tær fáa onki at eta.
Hinvegin er framvegis nógv til av lunda, tá ið hugsað verður um búfuglin.
Og tað kann vera so skjótt, at tað aftur verður meiri føði og tá fara pisurnar eisini at koma undan.
- Tá verður aftur meiri lundi at fleyga. Men tað verður alt búfuglur, sum verður fleygaður við tað, at ongin ungfuglur verður at fleyga, av tí, at ongar pisur eru komnar undan nú í fleiri ár.
Men fuglafrøðingarnir leggja dent á, at tá verður neyðugt at friða lundan, so at hann fær frið í nøkur ár, til nakrir árgangir av pisum eru komnar undan og stovnurin komin fyri seg aftur.
- Verður nógvur búfuglur fleygaður hesi næstu árini fáa teir ikki borið pisunum føði og sostatt doyggja tær eisini.
- Og tað kann ikki halda fram, tí so verður stovnurin oyddur, allur sum hann er.
Sostatt er tað eisini ein etisk orsøk til, at lundin skal friðast hesi næstu árini, tí vit eiga at sleppa undan teirri støðu at taka fugl, sum hevur pisu, sigur Bergur Olsen
Fleyga vit áhaldandi ov nógvan búfugl, minkar stovnurin heilt skjótt, tí fyri 10 árum síðani fleygaðu vit næstan 100.000 lundar og heldur tað fram í fleiri ár at vit bara fleyga búfugl, er eyðsæð, hvør endin verður, leggur hann afturat.

Minking allastaðni
Veiðitølunum vísa, at tað er allastaðni, at tað verður veitt minni av lunda.
Har tað beinleiðis ber til at samanbera tølini kann staðfestast, at frá 1900 til 1939 er lundaveiðan minkað úr 179.000 lundum, niður 82.800 lundar.
Tað er ein minking upp á 54%.
Samstundis er veiðan frá 1939 til 2000 minkað úr 153.670 lundum, niður í 69.755 lundar og tað er ein minking upp á 55%.
Hesi seinastu 10 árini er veiðan so aftur minkað niður í onki.
- Eftir upplýsingum at døma, hevur veiðan verið heilar 400.000 lundar um ár 1900, sum man vera tað mesta, sum er veitt, tí í 1862 metti H.C. Muller, at miðal veiðan var 235.000 lundar.
- Fram til 1954, tá ið nýggj veiðilóg kom í gildi, var eisini vanligt at draga lunda, altso taka hann úr holuni og hesin fuglurin er við í teimum gomlu tølunum.

50%
Tað verður ofta sagt, at fleygingastongin bara tekur ungfugl og at sildberar ikki verða tiknir.
Teir báðir fuglafrøðingarnir, Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen siga, at hetta er bara partvís rætt.
Hóast talan ikki er um sildbera, er tað kortini gamal fuglur, sum verður tikin. Grundin til, at hann mangan ikki hevur sild í nevinum er, at hann hevur onga pisu at bera sildina heim til.
Ein kanning hjá teimum vísir, at sjálvt tey góðu árini um aldarskiftið var helvtin av teimum fleygaðu lundunum gamal fuglur, altso eldri enn trý ár og tey ringu árini var næstan alt gamal fuglur.
- So hóast sildberar ikki verða tiknir, verður kortini nógvur búfuglur tikin við stong. Og tá ið fáar pisur koma undan fleiri ár á rað, sum tað er hent hesi seinastu árini, verður alt gamal fuglur, sum verður fleygaður til vit hava havt nøkur ár á rað við nógvari føði so at javnvág aftur kemur í..
Bergur Olsen sigur, at sostatt verður tað neyðugt at friða lundan í nøkur ár, til stovnurin er komin fyri seg aftur.


Jacob Vestergaard sinnaður at friða
- Fái eg eina góða grundgeving, eri eg sinnaður at friða lundan.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum altso eisini hevur málið um fuglaveiði um hendi.
Í næstu viku fer hann at hava fund við fuglafrøðingarnar, Berg Olsen og Jens-Kjeld Jensen um støðuna hjá lundanum.
Hann sigur, at fáa fuglafrøðingarnir sannført hann um, at tað er tað einasta rætta og alneyðugt at friða lundan fyri at verja búfuglin, er hann eisini sinnaður at fylgja tí tilmælinum.
Men kanska er ikki neyðugt at fara so harðliga til verka, tí kanska er tað nóg mikið at seta onkrar avmarkingar í gildi, leggur hann afturat.
- Friðing er eitt so víðgongt stig, at tað kann verða tórført at fáa semju um tað. Hinvegin mugu vit eisini ansa eftir, at vit ikki friða lundan í allar ævir og er hann fyrst friðaður, kann tað verða tórført at avtaka friðingina aftur.
Landsstýrismaðurin heldur nevniliga, at er tað burðardygt at veiða lunda, skal tað eisini vera loyvt.
Les eisini greinina: Størsta lundalandið í Mykinesi verjast.