Olaf Olsen segði, at vit eiga ikki at útiloka útlendskan kapital, men hann ávaraði ímóti, at útlendski kapitalurin yvirtekur alt og førir allan vinning av landinum.
Hann segði, at granskarar alla aðrastaðni í heiminum ikki taka veiðihagtølini fyri fult, tí hini londini hava kvotuskipan, og harvið eina rúgvu av útblaking. Í Føroyum hava vit fiskidagaskipan, og tí kunnu føroysku fiskifrøðingarnir líta á føroysku veiðihagtølini.
Hann helt, at vit skuldu halda fast við fiskidagaskipanina, men mælti til at dagføra hana fimta hvørt ár ella so. Hann vísti eisini á, at fiskifrøðingarnir eru eini tvey ár afturút, meðan fiskimaðurin hevur fingurin á pulsinum, og at hann tí eigur at viga nógv.
Eyðstein Poulsen segði, at ikki bar til at samanbera alivinnuna við fiskivinnuna, tí fortreytirnar vóru so heilt øðrvísi. Heldur iki ber til at samanbera teir fiskibólkarnar, sum virka undir fiskidagaskipanin við teir, sum hava kvotaskipan.
Hann segði, at tað ikki er nakað galið við fiskidagaskipanini, men at tað eru møguleikarnir, ið vanta. Hann helt, at Fólkaflokkurin átti at sláa nevan í borðið, tá tað kom til at lurta eftir fiskifrøðini og fiskimonnunum.
Tosað varð nógv um útlendskan kapital í vinnuni, og har vísti Jacob Vestergaard á, at eitt nú Noreg og Ísland skerja møguleikan fyri útlendskum kapitali, og í summum førum enntá senda útlendskar íløgur av landinum aftur.