Lutakastið til EM endaspælið í dag

Í dag klokkan 17 verður avgreitt hvør skal møta hvørjum í EM endaspælinum í Póllandi og Ukreina komandi summar. Tað verða fýra bólkar við fýra londum, sum skulu spæla eina ferð móti hvørjum øðrum. Londini eru styrkismet í fýra styrkisbólkum.

 

Styrkisbólkur 1:

 

Ukreina, Pólland, Spania og Holland

 

Styrkisbólkur 2:

 

Týskland, Italia, Ongland og Russland

 

Styrkisbólkur 3:

 

Kroatia, Portugal, Grikkaland og Svøríki

 

Styrkisbólkur 4:

 

Frakland, Danmark, Írland og Tjekkia

 

Vertirnir úr Ukreina og Póllandi eru tryggjaði pláss í sterkasta styrkisbólkinum.