Luttøkan á komandi Oyggjaleikum setir met

Oyggjaleikir: Allar 22 limaoyggjarnar í altjóða Oyggjaleikasamtakinum verða umboðaðar, tá komandi Oyggjaleikir verða settir á Gotlandi 26. juni í ár. Ikki færri enn 2.200 ítróttarfólk verða við á leikunum

Nú fer tíðin at nærkast til 8. Oyggjaleikirnir.

Leikirnir verða settir í Visby á Gotlandi leygardagin 26. juni, og longu nú er greitt, at luttakaratalið verður met høgt, nevniliga 2.200.

Freistin fyri at boða frá luttøku var úti nú um jólini, og allar 22 oyggjarnar, ið eru limir í Island Games Association, hava boðað frá, at tær fara at luttaka á komandi leikunum, sum verða nevndir NatWest Island Games 1999.

NatWest er ein stórur altjóða banki, sum er høvuðssponsorur hjá IGA, og í teirri sponsoravtaluni er felt niður, at leikirnir skulu uppkallast eftir hesum bankanum, so leingi tann sponsoravtalan varar.


Ivi um bowling

Fyrireikararnir á Gotlandi hava bjóðað fram 14 ítróttargreinir at kappast í. Tað eru fyrst og fremst svimjing, flogbóltur, súkkling, frælsur ítróttur, skjóting og badminton.

Hetta eru ítróttargreinar ið liggja fastar, t.e. skulu vera á øllum Oyggjaleikum.

Harumframt kunnu fyrireikararnir skipa fyri upp til átta øðrum ítróttargreinum, og tær, ið gotlendingar hava bjóðað fram, eru: Bogaskjóting, kurvabóltur, borðtennis, bowling, fótbóltur, golf, sigling og tennis.

Nú er endaliga greitt, at sjey av hesum ítróttargreinum verða við, meðan tað enn er óvist, um bowling verður á skránni.

Reglurnar hjá IGA siga, at minst 6 oyggjar skulu luttaka í einari ítróttargrein fyri at hon skal vera á skránni, og enn hava bert fimm oyggjar sagt seg vilja luttaka í bowling.

Harafturat er eisini óvissa um kvinnufótbólt, har somuleiðis 5 oyggjar higartil hava boðað frá luttøku, meðan ongin ivi er um mansfótbóltin, hóast Føroyar ikki hava tikið av innbjóðingini til fótbóltin.

Hvussu støðan verður, um tað ikki eydnast gotlendingum at fáa eina oyggj afturat at luttaka í bowling, er ikki greitt enn. Føroyar skutu upp longu síðsta summar, at um bowling ikki

verður á skránni, so at taka antin judo ella fimleik á skránna í staðin.

Føroyingar hava klárað seg stak væl bæði í judo og fimleiki á Oyggjaleikunum, men hvørgin av hesum ítróttargreinunum vóru millum tær, ið gotlendingar av fyrstan tíð søgdu seg vilja fyriskipa.