Óluvá Klettskarð á fólkating fyri Magna

Tað verður helst Óluvá Klettskarð, sum skal umboða Tjóðveldi á fólkatingi, tá Magni Arge seinni í heyst fer í farloyvi úr fólkatinginum fyri at røkja løgtingssessin.

 

Magni Arge varð valdur í løgtingið á løgtingvalinum 1. september, men hevði tá longu tikið við sum varamaður á fólkatingi fyri Høgna Hoydal.

 

Ingolf S. Olsen røkir løgtingssessin hjá Magna Arge. Um so verður, at Óluvá Klettskarð fer í fólkatingið, so verður Ingolf S. Olsen varamaður hjá henni.

 

1

Høgni Hoydal

1.477

2

Magni Arge

1.082

3

Kristina Háfoss

563

4

Sirið Stenberg

561

5

Annita á Fríðriksmørk

520

6

Tórbjørn Jacobsen

331

7

Óluva Klettskarð

226

8

Gunnvør Balle

173

9

Pauli Trond Petersen

168

10

Páll á Reynatúgvu

145

11

Jóhann Lützen

112

12

Tór Marni Weihe

59

 

Men Óluvá Klettskarð er nummar sjey á listanum hjá Tjóðveldi. Fýra tey fremstu eru landsstýrisfólkini. Tey fáa ikki røkt fólkatingssessin. Síðani kemur Annita á Fríðriksmørk, sum er forkvinna floksins á tingi. Hon væntar ikki, at hon fer í fólkatingi.

 

– Eg taki løgtingssessin framum. Eg eri vald á ting, og eg eri forkvinna floksins á tingi. Nú í heyst verða eisini nógv spennandi mál fyri, sum eg fegin vil verða við til at viðgera, sigur hon.

 

Endaliga avgerðin er ikki tikin, men hon væntar, at hon tekur løgtingsessin framum.

 

Nummar seks á listanum er Tórbjørn Jacobsen. Hann er borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Og skal hann røkja fólkatingsessin, so skal hann hava loyvi til tað frá býráðnum. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Tórbjørn Jacobsen, sum er í summarfrí.

 

Men skuldi Tórbjørn Jacobsen tikið við fólkatingsessinum, so rýkur Ingolf S. Olsen úr løgtinginum, tí Tórbjørn Jacobsen er ikki í løgtinginum – og hann stillaði heldur ikki upp til løgtingsvalið. Samstundis sum fólkatingssessurin skal røkjast fyri Magna Arge, so verður valstríð til kommunuvalið. Har skal Tórbjørn Jacobsen helst stríðast fyri at vinna flestar atkvøður í Runavíkar kommunu, so hann verður valdur aftur til borgarstjóra.

 

Óluvá Klettskarð sigur hinvegin, og hon fegin tekur við avbjóðindini, um boð verða eftir henni til fólkatingið.

 

– Tað verður ein spennandi avbjóðing, sum eg fegin taki á meg, um boð verða eftir mær. Men hetta er sjálvandi nakað, sum vit fyrst skulu viðgera innanhýsis í flokkinum, sigur Óluvá Klettskarð.

 

Óluvá Klettskarð er vald í býráðið í Klaksvík, og hon ætlar sær eisini at verða við til at vinna flokkinum og samgonguni í Klaksvíkar býráð meirilutan aftur. Men hon heldur ikki, at tað fer at nerva uppgávuna í fólkatinginum, sum hon heldur bara verður í eitt styttri tíðarskeið.

 

Soleiðis bendir alt á, at velið fellir á Óluvá Klettskarð at taka við sum fólkatingskvinna fyri Tjóðveldi.