Álvaleikir frumsýning leygardagin

Leygardagin klokkan 16.00 hevur Havnar Sjónleikarfelag frumsýning av leikinum, Álvaleikir, hjá Hans Andriasi Djurhuus. Við hesum leiki brýtur sjónleikarfelagið á ein hátt burtur úr nýggjum, tí fyri fyrstu ferð fara tey at spæla við tveimum manningum

Tað eru 28 leikarar knýttir at leikinum, Álvaleikir, sum hevur frumsýning leygardagin. Men tey verða ikki, sum vanligt hevur verið, bundin at leikinum alla tíðina, tí tey spæla nevniliga við tveimum manningum.
               Hetta er ein spennandi roynd hjá teimum, og tað er bæði stuttligt og mennandi fyri leikararnar, at spælt verður á henda hátt.
               Hesin mátin at spæla sjónleik gevur eisini leikarunum ein ávísan fleksibilitet, tí nú verða tey ikki so bundin at leikinum, sum vanligt er, meðan ein leikur gongur.
 
Ikki so fittur kortini
 
Tað er Hedvig Westerlund, leiðarin av Barnasjónleikaskúlanum, sum her leikstjórnar bæði ungum, vaksnum og eldri í einum leiki, sum avgjørt er fyri vaksin, men sum eisini kann gleða tey, sum eru eitt sindur yngri.
- Her hitta vit okkara kæra milda barnaskald, Hans Andrias, í einum meira speiskum, samfelagsviðmerkjandi lagi. Vit síggja hann í einum leiki, har tey fægstu eru fitt, og sjálvt tey fittu ikki halda sær aftur í at arga og spotta tey, ið eru verri fyri enn tey sjálvi, siga tey á heimasíðuni hjá sjónleikarfelagnum, www.hsjonleik.fo.
Til frumsýningina verða atgongumerki seld, tó fyri ein eitt sindur hægri prís, enn tann vanliga, sum er 100 krónur fyri vaksin og 50 fyri børn.
               Tey, ið kundu hugsað sær at verið við til frumsýningina, mugu skunda sær at keypa atgongumerki, tí bert fá pláss eru eftir, siga tey í Sjónleikarhúsinum.
               Álvaleikur varð fyrstu ferð prentaður í Varðanum í 1930, og sama ár varð hann leiktur í Sjónleikarhúsinum.
               Síðani hevur hann verið leiktur ymsastaðni í landinum, seinast í Vágunum í 1998.