Jacob Vestergaard hevur lagt seg beinleiðis út í starvsfólkaviðurskifti, sum annars beinleiðis liggja undir stjóranum á Strandferðsluni. Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur -Tað er rætt, at landsstýrismaðurin er kærumyndugleiki í hesum málinum, og hann kann sum landsstýrismaður rættleiða stjóran um hann hevur gjørt nakað skeivt. Men minstakravið tá er, at landsstýrismaðurin grundgevur gjølla fyri sínum sjónarmiðum, men tað hava vit enn einki sæð til í hesum málinum.
Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur, við Norðlýsið. Hann sigur, at tað er álvarsamt, at landsstýrismaðurin áleggur stjóranum á Strandferðsluni at taka eina avgerð, sum hann greitt hevur fingið boð um ikki er røtt fyrisitingarliga.
-Eg má siga, at boðini frá landsstýrismanninum eru eisini fíggjarliga ábyrgdarleys, tí her verða persónar, sum Strandferðslan hevur sett í starv, uppsagdir, og fer hetta uttan iva at útloysa fíggjarligar skyldur fyri tað almenna, sigur Bjørn á Heygum.
Hann sigur, at Regin Vágadal hevur borið seg rætt at í málinum, og at hann tí ikki hevði nakra orsøk til at siga seg úr starvinum.
-Tað er heilt greitt, at landdstýrismaðurin er farin út um sínar heimildir sum landsstýrismaður, og trupult er at skilja framferðarháttin hjá Vestergaard, sigur Bjørn á Heygum við Norðlýsið.