Álvarsom sjúkueyðkenni

Fjølmiðlafólkini Uni Arge og Brynhild Thomsen eru á einum máli um, at føroyski fjølmiðlaheimurin við sínum mongu sjúkueyðkennum setur fólkaræðið í vanda. Bæði finnast hvassliga at stjóranum í Útvarpi Føroya, tí hesin sum nevndarlimur í Føroya Banka skaðar trúvirðið

Vantandi góðska og trúvirði, vánaligar leiðslur og skeivar raðfestingar. Hesi eru millum skoðsmálini, føroysku fjølmiðlarnar fáa frá royndu fjølmiðlafólkunum, Brynhild Thomsen og Una Arge.
Bæði eru á einum máli um, at alt ov nógvir veikleikar eru í føroyska fjølmiðlaheiminum. Trupulleikarnar fevna breitt. Alt frá leiðslum, sum ikki kenna sær hóg og harvið seta trúvirðið í vanda til ov nógv ófaklærd fjølmiðlafólk, sum ikki hava neyðuga førleikan at borga fyri góðsku.


Ber yvirhøvur til hjá bløðunum í Føroyum at kalla seg varðhundar hjá føroyska samfelagnum, tá Sosialurin, Dimma og Fregnir øll hava bindingar til ávísar flokkar?

Brynhild:
Tað er ein veruleiki í dag, at Sosialurin, Dimma og Fregnir øll hava bindingar til ávísar flokkar. Høvuðsuppgávan hjá einum fjølmiðli er at hava eftirlit við valdsharrunum og syrgja fyri, at valdið, sum borgarin hevur latið teimum, verður røktað á haldgóðan hátt.
Tá politiskir flokkar eiga ávísar fjølmiðlar, sigur tað seg sjálvt, at eftirlitið ikki verður nóg gott. Uttan mun til, at pressan sjálv sigur, at politiski eigaraskarin sanniliga ikki blandar seg í innihaldið, hvussu kunnu vit vera vís í tí og hvussu kanna vit, at redaksjón og meðarbeiðarar ikki bogna undir tigandi sjálvsensuri, tí tey vita, at tað kann hava avleiðingar at kritisera høvuðseigaran á forsíðuni?
Eg má kortini vísa á, at tað er ikki nóg mikið at vera frælsur frá politiska valdinum fyri at vera ein góður varðhundur fyri borgaran. Skalt tú kalla teg varðhund, krevst, at fjølmiðlarnir eru væl fyri fakliga. Á hesum økinum eru vit dyggiliga afturúrsilgd í Føroyum. Tað er ein álvarsamur trupulleiki, at minni enn helvtin av fjølmiðlafólkunum hevur útbúgving.
Tað ber altso ikki til til at koma frá gøtuni ella beint úr onkrari aðrari óviðkomandi útbúgving at gera kritiskan og kvalificeraðan journalistikk. Tað svarar til, at tú setir rørleggjaran at leggja streym inn í húsini - úrslitið verður vánaligt, um ikki beinleiðis vandamikið.
Leiðslurnar á føroysku fjølmiðlunum vanta eisini hugsjónir, tí nær hava fjølmiðlaleiðslurnar seinast tikið seriøs initiativ til at menna førleikarnar hjá sínum starvsfólkum? Helst vanta leiðslurnar sjálvar førleikar, og tú sært avleiðingarnar á produktinum.


Uni:
Tað skerst ikki burtur, at føroysku bløðini eru meira ella minni politiskt heft. Sært tú eina stóra mynd av Jóannesi Eidesgaard í Sosialinum, har hann úttalar seg um okkurt smáting, ella eina grein um Norðuratlantsbólkin á forsíðuni hjá Fregnum, er lætt at fata søgurnar sum politiskar.
Eg sigi ikki, at Sosialurin og Fregnir tilvitað føra politiska propagandu, men mistankin er til staðar, tí partapolitisk áhugamál eiga beinleiðis ella óbeinleiðis hesi bløð.
Dimmalætting strembar eftir mínum tykki veruliga eftir at vera óheft, hóast fleiri sambandspolitikkarar eru órógvaðir av hesum. Oddagreinin í Dimmalætting kann tó framvegis vera rættiliga partapolitisk og hava lítið við common sense at gera, og tað er spell.
Ein veruligur journalistiskur varðhundur stongir annars allar hurðar fyri politiskari uppíblanding og noktar møguligum politiskum eigarum hvørt minsta vet av ávirkan á redaktiónsfundum. Hetta er tó lættari sagt enn gjørt, um blaðstjórar umframt at hava journalistiska dagsskrá eisini hugsa politiskt, tá teir velja evnir at skriva um


Hvussu loysa vit privatu bløðini frá politisku eigarunum?

Brynhild:
Vit eiga at finna onkra serføroyska loysn, so bløðini gerast fullkomiliga óheft av politisku flokkunum, og at tey taka til sín public service frymilin við at vraka gamla flokspolitiska hugsunarháttin. Ein máti kundi verið, at tað almenna ger sítt íkast til, at blaðframleiðslan gerst bíligari, men hetta má gerast við langtíðaravtalum, so politiska valdið ikki kann brúka hetta til at trýsta pressuna henda ella handavegin.
Ein møguleiki kundi verið at latið pappírið ókeypis og gjørt blaðútberingina bíligari ella heilt ókeypis. Her kundi tað almenna sett treytir - t.d. at tey, sum kunnu fáa hesar sømdir, skulu virka eftir public service treytum, sum verða orðaðar fyri skrivaðu pressuna.
Eg eri eisini fullvís í, at fáa føroysku bløðini hægri journalistiska góðsku, fara enn fleiri fólk at keypa bløðini. Í so máta síggi eg onga mótsøgn í eini kommercialisering og krøvum um public service.

Uni:
Føroysk bløð hava næstan altíð verið politiskt heft onkursvegna, so vit hava eina sterka siðvenju við politiskum bløðum. Men ein máti at loysa bløðini frá partapolitikkinum er at gera fólkini, sum skriva bløðini, meira journalistiskt tilvitað.
Nógv er at vinna við at útbúgva og støðugt eftirútbúgva blaðfólk. Tú kanst vera púra vísur í, at ein útbúgvin journalistur, sum hevur lært, hvat journalistiskur integritetur er, og hvør meiningin er við journalistikki, fer aldrin at renna politisk ørindir fyri nakran.
Leiðslurnar mugu her ganga á odda. Tær mugu eggja til, at fólk útbúgva seg, og á tann hátt stuðla upp undir fakligu tilvitanina. Vit hava seinnu árini sæð, at almennur journalistiskur stovnur hevur sett óútbúgvin fólk at gera journalistikk uttan at lýsa nakað starv leyst. Fyri útbúgvin fólk er hetta púra óskiljandi. Journalistiska fakið verður undirminerað á hendan hátt. Leiðslurnar mugu ikki fara longur eftir hesi glíðibreytini, tí so oyðileggja tær fakið.


Av loftmiðlunum er tað serliga Útvarpið, sum hevur stjóra, programmleiðara og tíðindatíðindleiðara, sum allir hava tilknýti til flokkar og peningastovn. Eigur hetta at koma fyri hjá einum skattafíggjaðum fjølmiðli?

Brynhild:
Slíkt samband hoyrir ongastaðni heima í einum demokratii og ger tað heldur ikki - mær vitandi - í modernaða partinum av heiminum. Hatta sleppur bert at halda fram, tí Føroyar enn eru ein bastardur, tá tað kemur til hasi tingini í demokratinum. Tey grundleggjandi prinsippini undir okkara demokratii eru ikki definerað enn.
Vit eiga snøgt sagt ikki at góðtaka slíkt frá einum almennum public service stovni. Eg kann samanbera við fyrrverandi redaktørin á Berlingske, sum fór frá orsakað av einum privatum brævaskrifti, har tað kom fram, at hann hevði havt og hevði eitt í so tætt samband við forsætisráðharran, Anders Fogh Rasmussen.
Tað er ein feit umbering at siga, at Føroyar eru so smáar, og at tað tí má koma fyri, at eisini fólk úr pressuni koma at sita á fleiri ymiskum valdspostum. Tað er eingin acceptabel grund til, at stjórin í Útvarpi Føroya skal sita í nevndini í Føroya Banka.
Tað kann bara tæna Føroya Banka at hava hann í nevndini. Eitt er so vist, at tað er ikki gott fyri trúvirði hjá Útvarpinum, at fleiri í leiðslu stovnsins hava onnur áhugamál enn bert tey journalistisku, tí hvussu skal lurtarin vita, nær útvarpið gongur teirra ørindi og nær útvarpið gongur ørindi bankans?

Uni:
Tað er ein trupulleiki fyri trúvirðið hjá Útvarpi Føroya, at útvarpsstjórin av fríum vilja hevur tikið sæti í nevndini hjá Føroya Banka. Hugsa tær, um stjórin í Danmarks Radio tók av einum nevndarsessi í Danske Bank? Journalistarnir hjá Danmarks Radio høvdu kravt hann avsagdan umgangandi, tí teir høvdu ikki kunnað livað við, at móttakararnir av teirra journalistisku søgum høvdu mistanka um, at stjórin rann ørindir fyri stórkapitalin. Eg sigi ikki, at útvarpsstjórin rennur ørindi fyri Føroya Banka. Men hansara nevndarsessur har kann vera ein forðing fyri, at journalistarnir í ÚF viðgera Føroya Banka eins kritiskt og aðrar fyritøkur.
Programmleiðarin í útvarpinum er aktivur í ávísum flokki. Hetta kann vekja mistanka um, at hann litar sendingar við egnum politiskum liti. Men tað nýtist ikki at vera so, tí kanska hevur hann so frægt av dømikraft, at hann ikki blandar tingini saman.
Programmleiðarin í ÚF hevur annars lítlar møguleikar at ávirka tíðindi, kjak og aktuellar sendingar, tí tær hoyra allar undir tíðindaleiðaran. Í veruleikanum hevur tíðindaleiðarin størsta valdið, tá tað snýr seg um at ávirka innihaldið í tí, sum ÚF borðreiðir við serliga á døgurða og nátturða.
Hann er leiðarin hjá journalistunum og kann siga, hvussu mál skulu viðgerast, og hvønn journalistarnir skulu tosa við. Hann kann harafturat ávirka stjóran til at seta tey fólkini í starv, sum hann heldur vilja lýða hansara boð. Tíðindaleiðarin stýrir dagliga upplýsingarstreyminum í ÚF, og er tað alment kent, at hann hoyrir til ávísan flokk, ja, so er eisini tað ein trupulleiki fyri trúvirðið hjá stovninum.


Fjølmiðlafólk royna seg í politikki, og venda síðan aftur til fjølmiðlarnar, sum um einki er hent. Skulu vit ikki seta hægri krøv til fjølmiðlafólkini?

Brynhild:
Tað er einki at ivast í, at fólkið missir álitið á fjølmiðlunum, tá journalistar gerast valevni hjá ávísum flokkum og síðani - tá tey ikki verða vald - sessast aftur við mikrofonirnar. Tað er eisini stak óheppið, at journalistar dekka politikk, tá teir hava valt partapolitiska síðu.. Hetta máar jú trúvirðið undan fjølmiðlunum, sum m.a. hevur sum uppgávu at hava eftirlit við politikarunum.
At linjurnar millum politikk og fjølmiðlar verða gruggaðar, er ótrúliga vandamikið fyri fólkaræðið. Borgarin í einum demokratii hevur ikki bara krav uppá, men hevur eisini fyri neyðini at vita, hvør avsendarin er.
Í hesum føri má eg siga, at tað er blóðskeivt, at formaðurin í Blaðmannafelagnum, Edvard í Skorðini Joensen, stillaði upp uttan at leggja formanssessin frá sær for good. Ikki tí - journalistar hava sjálvandi allan rætt at stilla upp, men sanniliga mugu teir ikki spæla uppá bæði rossini í senn.
Hann er fakfelagsleiðarin hjá mær, men eg identifiseri hann nú við mannin, sum situr í valstudio í sjónvarpinum og promoverar politikkin hjá Javnaðarflokkinum. Eg verið ørkymlað, tí umboðar hann meg og mítt fak ella Javnaðarflokkin og stýrandi flokkin í landinum?

Uni:
Vit skulu altíð seta fjølmiðlafólkum høg krøv. Men eg haldi ikki, at vit skulu banna teimum at stilla upp í politikki. Einum og hvørjum borgara skal vera loyvt at bjóða seg fram at gera mun í politikki. Hetta er okkara demokratiski rættur, og hann mugu vit sleppa at brúka.
Men greitt er, at velur eitt fjølmiðlafólk at stilla upp fyri ávísan flokk, so sigur tað samstundis alment, hvar tað stendur politiskt, og hetta minnast fólk so, um fjølmiðlafólkið aftur fer at gera journalistikk. Hvussu stórt er trúvirðið tá? Neyvan so stórt sum frammanundan, tí fjølmiðlafólkið hevur tá stemplað seg sjálvt.
Spurningurin er annars, hvør skal seta fjølmiðlafólkunum krøv. Kann ein fjølmiðlastjóri, sum fær løn frá peningastovni, krevja fullkomið reinføri millum síni journalistisku starvsfólk? Kann ein blaðstjóri á politiskum blaði gera tað?

Tað kostar at framleiða bløð, og tí er blaðsølan avgerandi. Undirhald selur, og tí síggja vit alt meir undirhaldstilfar í bløðunum. Hvat heldur tú um hetta rákið?


Brynhild:
Undirhald selir, tí vit hava ein undirmettaðan undirhaldsmarknað í Føroyum, á sama hátt sum vit hava ein journalistiskan marknað, sum skríggjar av svongd. Tað er mín fatan, at fólk eru als ikki nøgd við journalistisku góðskuna í føroyskum fjølmiðlum, og tað er eitt feilskot, um fjølmiðlaleiðslurnar kasta seg yvir undirhald, tí tað selir meira enn tann hálvvánaligi journalistikkurin, sum nú verður framleiddur. Málið má vera at læra seg at gera kvalitetsjournalistikk og lata hann standa sína roynd á marknaðinum. Her tosa vit eisini um, at pressan má hava størri virðing fyri sínum lesarum, sum sanniliga duga at síggja, nær vøran er góð, og nær hon er óhjálpin. Einasi máti at finna útav, hvussu stórur marknaðurin er fyri vøruni er at gera vøruna góða. Tað skal gerast við klassiskum journalistikki og kvalifiseraðum fjølmiðlafólkum. Í dag fær lesarin ov lítið at vita. Føroyski lesarin er "undirfóðraður", og tí meini eg, at tann góða vøran hevði selt væl.
Hetta skal sjálvandi ikki skiljast so, at undirhald pr. definitión er av tí ringa. Men fjølmiðlaleiðslurnar mugu gera sær greitt, hvat tær vilja. Vilja tær framleiða undirhald ella seriøsan journalistikk? Vøran verður sanniliga ikki betri av, um leiðslurnar blanda alt saman í ein ellibita, so vit hvørki fáa haldgott og originalt undirhald ella góðan og neyvan journalistikk, og her má eg sleppa at siga, at tað á ongan hátt er forboðið at borðreiða seriøsan journalistikk undirhaldandi. Tað stutta av tí langa er, at eingin hevur enn av álvara roynt at selja góðan journalistikk, og eg eri sannførd um, at føroyski lesarin hevði tikið ímóti honum við opnum ørmum.
Høvuðstrupulleikin her er eftir mínum tykki aftur vantandi útbúgving og førleikar hjá fjølmiðlafólkum og leiðslum. Í øllum vinnum verður tosað um innovatión og førleikamenning, men í føroyska fjølmiðlaheiminum er lægsti fakligi felagsnevnari framvegis brúkiligur. Eg bíði í spenningi eftir einum fjølmiðlapolitiskum initiativi frá fjølmiðlunum sjálvum.

Uni:
Tað er ein klárur tendensur til, at føroyskir fjølmiðlar øgiliga gjarna vilja undirhalda fólk í journalistiskum greinum við lættisoppatilfari. Robinson, Big Brother og Katja Kean fáa heiðurspláss á øllum forsíðum í fleiri dagar, tí vit skulu undirhaldast við innantómum ósemjum á eini fjarskotnari oyggj ella upplivingunum hjá eini danskari konu í pornoídnaðinum. Onkursvegna virkar hetta provinsielt. Kanska áttu Sosialurin og Dimmalætting í felag at gjørt eitt føroyskt Se & Hør, tí í løtuni royna bløðini alt møguligt í senn uttan nakað klárt definerað journalistiskt mál.

Fjølmiðlarnir kalla seg varðhundar í demokratinum, og tað eru teir á ein hátt, tí umframt ta øgiligu mongdina av løttum undirhaldi í bæði loftmiðlum og bløðum, so vísa miðlarnir viðhvørt á ófullfíggjað viðurskifti, ið áttu at verið fullfíggjað. Teir ávirka politikararnar og fáa teir at taka øðrvísi avgerðir, enn teir høvdu tikið, um ongir fjølmiðlar vóru.
Fjølmiðlarnir gera tó ikki altíð sítt arbeiði til lítar. Teir hoppa frá máli til mál, tí teir skulu framleiða skjót tíðindi hvønn einasta dag, og úrslitið er, at ongin kemur í dýpdina við nøkrum. Føroyskir fjølmiðlar gera nógv mistøk. Teir skriva ofta sovorðið, sum er skeivt, og viðgera søgur fakliga ófullfíggjað, tí teir skunda sær. Hetta skaðar umdømið hjá journalistikkinum sum faki, og tað skuldu fjølmiðlaleiðslurnar gjørt nakað við.
Tá tað er sagt, má eg eisini siga, at tað er eitt bragd, at bløðini yvirhøvur klára at koma út so ofta. Tað er strævið at skriva bløð, so á bløðunum verður hóast tað ofta tunna innihaldið gjørt eitt stórt arbeiði.