Lyftan steðgaði 200 metrar uppi

Í fýra tímar sótu 11 fólk føst í einari lyftu í Sidney Tower

Sidney Tower er eitt av teimum best umtóktu ferða­vinnumálunum í avstralska býnum Sidney, og eisini í gjár vóru nógv fólk uppi í torninum og nutu útsýnið.

Klokkan sjey í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at ein av lyftunum í torninum var steðgað 200 metrar uppi, og at 11 fólk sótu føst har.

Bjargingarliðini noydd­ust at taka tey 11 fólkini upp ígjøgnum takið á lyftuni, og tey sluppu so niður á jørð­ina við hinum báðum lyft­un­um, sum eru í torninum. Men tá høvdu summi av teim­um 11 sitið fýra tímar føst í lyftuni.

Avstralska løgreglan sig­ur við blaðið The Australian, at tey 11 óhepnu ferðafólkini høvdu tað gott, tá tey komu niðuraftur.

Tað er ikki greitt, hví lyftan steðgaði.