Lýggjari veður í næstu viku

Í nátt verur kalt, niður í minus fýra stig. Men eftir vikuskiftið verður lýggjari

Tað er valli nógvur kavi eftir, tá vikuskiftið er farið afturum

Veðurstovan boðar frá, at millum eitt hátrýst yvir Grønlandi og eitt eitt lágtrýst í Norskahavi er eitt kalt høgættarrák við Føroyar við kavaælum, seinni av landnyrðing og eystan. 

Frá vikuskiftinum fer eitt lágtrýst yvir Bretlandi í ein útnyrðing til havið sunnan fyri Ísland. Brúgvaløg við avfalli, fyrst sum kavi, seinni sum regn, væntast upp yvir Føroyar sunnaneftir sunnunátt, og fer møguliga framvið mánanátt. Eftir tað verður eitt luftrák av útsynningi við ælaveðri.

Forsøgn galdandi til fríggjamorgun:

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, frá í kvøld landnyrðingur, og í støðum upp í ein strúk, 12 m/s. Skiftandi skýloft við kavaælum, hitin um frostmarkið, í nátt í støðum niður í 4 kuldastig.

 

Fríggjadagur:

Frískur vindur upp í strúk eystan ella av landnyrðingi, 7 til 12 m/s, til tíðir upp í hvassan vind, 15 m/s, serliga sunnanfyri. Skiftandi skýloft við kavaælum, tó í støðum kanska vátaslettingur, hitin millum 1 kuldastig og 4 hitastig, líggjast sunnanfyri.

 

Leygardagur:

Frískur vindur upp í strúk eystan ella av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum veksur upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og stundum kavi ella vátakavi, hitin -1 til 4 stig.

 

Sunnudagur:

Frískur vindur upp í hvassan vind av eystan og landsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og avfall, mest sum regn, men fyrrapartin í støðum kavi ella vátakavi. Hitin frá 2 til 6 stig, fyrrapartin í støðum um frostmarkið.

 

Mánadagur:

Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum seinni fer í ein sunnan og útsynning og eitt skifti minkar eitt sindur. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin frá 2 til 7 stig.

 

Týsdagur:

Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum seinni fer í ein sunnan og minkar eitt sindur. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin frá 3 til 8 stig.

 

Tað er valli nógvur kavi eftir, tá vikuskiftið er farið afturum