Merkisverda avrikið hjá Adriani Justinussen á Argjum í dag er farið kring allan heimin.
At sami spælari í níggju minuttir skorar tríggjar ferðir við beinleiðis fríspørkum úr stórari fjarstøðu og skorar fýra mál í 13 minuttir man vera mest sum eindømi í fremstu deildunum kring globala fótbóltsheimin.
HB var frammanfyri 5-0 eftir 21 minuttir, og Adrian Justinussen átti uppleggið, tá ið Øssur M. Dalbúð legði HB framum 1-0.
Adrian hevur ikki dult, at hann ætlar sær av landinum at spæla fótbólt, og hetta endurtók hann í samrøðu við FM1 ídag. HB venjarin ásannaði, at Adrian fer av landinum. Nú tosa HB og skarpskjúttin um, nær tað verður rætta løtan.
Jens Bertel Askou helt, at Adrian hevur nógv eftir at læra, og at tað er hugaligt at arbeiða við 21 ára gamla evnaríka spælaranum. Bæði við og uttan bólt tekur hann til sín undir hvørjari venjing og í hvørjum dysti, segði HB venjarin.
Avrikið í dag ber sjálvandi við sær øktan áhuga fyri gullfuglinum. Um hann fer av landinum í summar ella eftir kappingarlok valdast tilboðini úr útlandinum og um, hvat Adrian og HB semjast um. Tað er ikki óhugsandi, at talan longu í summar verður um tilboð av sovornum slagi, at tað verður ilt at siga nei.
Tað eru heilt víst feløg, ið sum skjótast vilja hava fatur á sovornum bombara.
Við og uttan Adrian
Í heimligu kappingini bíða tvær stórar avbjóðingar HB. Hóskvøldið verður Víkingur gestur í Gundadali, og annan mánadag – 2. hvítusunnudag – verður grannauppgerð í Gundadali.
Eitt av stóru málunum á dagsskránni hjá Eyðuni Klakstein, venjara hjá Víkingi, og Jákupi á Borg, venjara hjá B36, í fyrireikingunum til dystirnar ímóti HB er, hvussu tað skal leggjast til rættis soleiðis, at tað verður byrgt fyri Adriani Justinussen . Í hvussu so er ein og kanska hálvurannar maður fer at verða settur at hava serliga vakið eyga við lyklaspælaranum hjá HB. Tað ræður um, at hann ikki fær bóltin.
Hetta vita teir sjálvandi í HB leguni, og spurningurin hjá Jens Berthel Askou er, hvussu hann skal telva, um Adrian verður settur út av spælinum.
Hóskvøldið og aftur 2. hvítusunnudag fæst at vita, um tað ber til at skáka Adrian soleiðis, at hann ikki verður dystaravgerandi soleiðis, sum hann var á Argjum og soleiðis, sum hann so mangan hevur verið – ikki minst ímóti Víkingi.
Eingin ivi er um, at Adrian Justinussen er lyklaspælarin í føroysku kappingini. Hvussu leingi tað verður vita vit ikki. Kanska fer hann av landinum í summar, og eftir øllum at døma verður hann ikki at síggja í føroysku landskappingini í 2021.
At hann nú verður partur av landsliðshópinum er sjálvsagt.
3. umfar
ÍF – KÍ 1-4 (1-2)
0-1: Jóannes Bjartalíð 26.
1-1: Uros Stojanov 28.
1-2: Jákup B. Andreasen 44.
1-3: Jóannes Bjartalíð br 77.
1-4: Páll A. Klettskarð 84.
Dómari: Petur Reinert
ÍF: Milos Budakovic – Sjúrður Pauli Nielsen, Tóri Nolsøe Olsen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen – Dánjal á Lakjuni (Sámal Joensen, 92.), Hákun Edmundsson, Karl Løkin, Ari Ó. Ellingsgaard (Gundur E. Petersen, 64.) – Filip Djordjevic, Uros Stojanov
Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen
Gult kort: Karl Løkin, Tóri Nolsøe Olsen, Ari Ó. Ellingsgaard, Hákun Edmundsson
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni (Steinbjørn Olsen, 49.), Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak (Páll A. Klettskarð, 69.) – Ole Erik Midtskogen, Patrik Johannesen (Jonn Johannesen, 81.)
Venjari: Mikkjal Thomassen
Gult kort: eingin
Víkingur – NSÍ 1-0 (1-0)
1-0: Ari Olsen 18.
Dómari: Alex Troleis
Víkingur: Elias Rasmussen – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Elias Lervig – Bogi Reinert Petersen, Gunnar Vatnhamar – Lukasz Cieslewicz (Ingi Jonhardsson, 86.), Sølvi Vatnhamar (Arnbjørn Svensson, 88.), Jákup Johansen (Andreas Lava Olsen, 69.) – Finnur Justinussen
Venjari: Eyðun Klakstein
Gult kort: Jákup Johansen, Atli Gregersen, Elias Lervig
NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen, Aron Knudsen, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen (Búi Egilsson, 78.), Jann S. Benjaminsen (Salmundur Bech, 64.) – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen
Venjari: Glenn Ståhl
Gult kort: Bárður J. Hansen, Oddur Á. Højgaard, Petur Knudsen
Reytt kort: Aron Knudsen 61. (2 gul)
EB/Streymur – TB 2-0 (2-0)
1-0: Gutti Dahl-Olsen 40.
2-0: Niklas T. Kruse 44.
Dómari: Dagfinn Olsen
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Petur Zachariasen, Árni G. Olsen, Bjarni Petersen, Ragnar B. Danielsen – Tóki H. Johannesen (Fannhard Skoradal, 65.), Hjalti K. Djurhuus, Símun Sólheim (Andras Olsen, 75.) - Teitur D. Olsen (Magnus Heinason, 56.), Gutti Dahl-Olsen, Niklas T. Kruse
Venjari: Jákup Martin Joensen
Gult kort: Eingin
TB: John Jacobsen – Jens Erik Bruhn (Ken Fagerberg, 80.), Poul Ingason, Ndende Adama Gueye, Rasmus Møller, Eirikur M. Ellendersen (Einar Thorsteinsson, 63.) – Musah Armah, Dánjal Godtfred, Rógvi Joensen - Samudeen Musah, Mads Raben (John Villi Leo Wøldike, 53.)
Venjari: Michael Winter
Gult kort: Samudeen Musah, Musah Amah, Poul Ingason, Rasmus Møller
B36 - Skála 6-2 (4-1)
0-1: Jan Ingason Hansen 15.
1-1: Árni Frederiksberg 25.
2-1: Michal Przybylski 36.
3-1: Sebastian Pingel 38.
4-1: Alex Mellemgaard 45.
5-1: Meinhard E. Olsen 73.
5-2: Niels Pauli Danielsen br 83.
6-2: Ragnar Samuelsen 84.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen (Ragnar Samuelsen, 65.), Eli F. Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad (Stefan Radosavljevic, 65.), Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen, Erlendur Magnusson – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel (Brian Jakobsen, 76.)
Venjari: Jákup á Borg
Gult kort: Árni Frederiksberg, Magnus Holm Jacobsen, Eli F. Nielsen, Erlendur Magnusson, Alex Mellemgaard
Skála: Bárður á Reynatrøð - Jóhan Waag Høgnesen (Teitur Poulsen, 17.), Kristian Martin Jakobsen, Hjati Strømsten, Djóni J. Petersen – Heðin Klakstein, Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Ronni Møller-Iversen (Dávid Johansen, 72.) – Andreas E. Jacobsen (Poul Kallsberg, 42.), Jan I. Hansen
Venjari: Bill Jacobsen
Gult kort: Jóhan Waag Høgnesen, Kristian Martin Jakobsen
AB – HB 0-5 (0-5)
0-1: Øssur M. Dalbúð 4.
0-2: Adrian Justinussen 8.
0-3: Adrian Justinussen 12.
0-4: Adrian Justinussen 17.
0-5. Adrian Justinussen 21.
Dómari: Rúni Gaardbo
AB: Silas Eyðsteinsson – Tróndur J. á Høvdanum (Janus Svabo Samuelsen, 62.), Sørin Samuelsen, Bjarni Skála, Asbjørn Heðinsson – Tóki á Lofti (Hans Jákup Annfinsson, 72./Ragnar Rasmussen, 75.) Jákup Pauli Breckman, Bartal S. Petersen, Jasper van der Heyden, Bjarki C. Nielsen, Adeshina Lawal
Venjari: Símun Samuelsen
Gult kort: Tróndur J. á Høvdanum, Bartal S. Petersen, Asbjørn Heðinsson, Jákup Pauli Breckmann
HB: Teitur M. Gestsson - Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Heðin Hansen, René S. Joensen (Samuel Chukwudi, 69.) – Mikkel Frankoch (Dánjal Reginsson, 80.), Mathias Nygaard, Dan í Soylu, Adrian Justinussen – Pætur J. Petersen (Ási Dam, 88.), Øssur M. Dalbúð
Venjari: Jens Berthel Askou
Gult kort: eingin
Reytt kort: Heðin Hansen 16. (beinleiðis reytt)
B36 | 3 | 3 | 0 | 0 | 11 | 2 | 9 |
HB | 3 | 3 | 0 | 0 | 9 | 1 | 9 |
Víkingur | 3 | 2 | 1 | 0 | 6 | 2 | 7 |
NSÍ | 3 | 2 | 0 | 1 | 6 | 2 | 6 |
KÍ | 3 | 2 | 0 | 1 | 6 | 4 | 6 |
EB/Streymur | 3 | 1 | 0 | 2 | 2 | 4 | 3 |
ÍF | 3 | 1 | 0 | 2 | 4 | 8 | 3 |
AB | 3 | 0 | 1 | 2 | 0 | 8 | 1 |
TB | 3 | 0 | 0 | 3 | 2 | 7 | 0 |
Skála | 3 | 0 | 0 | 3 | 5 | 13 | 0 |
Máltindurin | ||
Adrian Justinussen | HB | 6 |
Jóannes Bjartalíð | KÍ | 4 |
Uros Stojanov | ÍF | 4 |
Meinhard E. Olsen | B36 | 3 |
4. umfar
Mikudagin 27. mai
TB – B36
NSÍ – ÍF
Hósdagin 28. mai
KÍ – EB/Streymur
Skála – AB
HB - Víkingur