Lykilin til krabbamein fjaldur í genunum

Kring allan heimin verður dúgliga granskað í krabbameini. Roknað verður við, at fleiri svar eru at finna í genunum hjá fólki. Tí er gengransking í krabbameinskyknum tað heilt stóra í løtuni, sigur ungarskur professari, sum vitjaði her í síðstu viku

Í síðstu viku var fornem vitjan í Føroyum, tá tveir av heimsins fremstu krabbameinsgranskarum løgdu leiðina framvið á Landssjúkrahúsinum.

Ungarsku hjúnini, Eva og Georg Klein, sum eru professarar á Karolinska Instituttinum í Stockholm, greiddu heilsustarvsfólkum í Føroyum frá tí nýggjasta innan altjóða krabbameinsgransking. Her er vert at nevna, at tað er ógjørligt at tosa um krabbamein, sum eina einstaka sjúku, tí tað eru ikki tveir tilburðir, sum eru eins.

- Ein hin størsta avbjóðingin er at gera eitt fullkomið ílegukort (genkort) yvir sjúkar og frískar kyknir hjá einstaka krabbameinssjúklinginum. Við at samanbera kyknurnar, kunnu vit staðfesta, hvussu krabbameinið hevur rakt sjúklingin, sigur Georg Klein, professari.

Hann leggur afturat, at bara soleiðis ber til at fremja eina miðvísa viðgerð, sum enn í dag fevnir um skurðviðgerðir, kemoterapi og strálur.


Frá sjóneyku til sjúkrasong

Georg Klein er í løtuni við í einum granskingarsamstarvi millum Ísland, Svøríki og USA, har tey kortleggja genini hjá sjúkum og frískum kyknum hjá sama sjúklingi. Sostatt er talan um grundgransking, sum hevur til endamáls at fáa størri innlit í, hvussu krabbin artar seg.

Higartil hevur tað eydnast at gera eitt fullkomið genkort yvir tveir sjúklingar, og, sum hann sigur, so hava tey funnið eina áhugaverda genbroyting hjá sjúklingunum. Hvør verkætlan kostar minst 100.000 dollarar, so upphæddirnar eru stórar í slíkari gransking.

- Øll tosa um hugtakið Translation Research, sum kan numsetast til ”frá vitan til sjúkrasong”. Tí eitt er, at vit finna nýggjar samanhangir undir sjóneykuni. Eitt annað er, at flyta vitanina yvir á sjúklingin. Og har er ofta long leið, sigur Georg Klein.



Finna askilleshælin

Lívfrøðin er í kollveltandi broytingum fyri tíðina, nú granskarar fáa alt meiri innlit í ílegurnar hjá fólki.

- Vit læra alt meira um, hvussu og nær kyknurnar reagera. Skulu vit grøða eina krabbakyknu, mugu vit finna útav, hvar hon er sárbar – hvar akilleshælurin er. Men fyri at sleppa undan mótstøðuføri (resistensi), skulu vit helst finna tveir akilleshælir. Tí hevur tað so stóran týdning at sammeta eina fullkomna genmynd av sjúkum og frískum kyknum hjá sjúklinginum, sigur Georg Klein, professari.


Hvørji verða rakt?

Sjálvur er professarin mest áhugaður í, hví summi fólk fáa krabbamein og summi ikki. Hann fortelur, at øll mannfólk, sum verða obduserað, hava kyknubroytingar í eistunum (testiklunum). Men hví verða summir teirra sjúkir og aðrir ikki?

- Helst hevur evolutiónin havt við sær, at summi eru resistent móti krabbameini. Tí í prinsippinum áttu nógv fleiri at verið sjúk, sigur professarin, sum eisni er við í verkætlan um, hví summi verða sjúk og onnur ikki. Í dag verður áleið helvtin av øllum krabbatilburðum grøddir. Málið er grøða fleiri, sigur professarin. Hann vísir í hesum sambandi á, at vit skulu ikki rokna við, at krabbamein verður útruddað, tí alla ta tíð livandi verur hava verið til, hevur krabbin hóreiggjað sær í kyknum teirra.

Professarin helt fyrilestur um krabbagransking á Landssjúkrahúsinum hóskvøldið.