Hann sigur, at Mogens Lykketoft leggur trýst á Maritu Petersen.
? Hann hóttir hana eisini við, at um hon ikki ger, sum hann vil, so mugu Føroyar sigla sín egna sjógv.
Síðan fáa vit eisini at vita, at Straarup á fundi við føroyingar sigur, at Føroya Banka ikki tørvar fleiri pengar.
? Mommissiónin ger púra greitt, at hetta hevur hann sagt, sigur Bjarni Djurholm, hóast bæði Straarup sjálvur, og Knud Sørensen, sum er samtaksstjóri í Den Danske Bank, hava noktað fyri hesum. Knud Sørensen segði í donskum sjónvarpi í 1995, at tann bankastjóri, ið gav slíkt lyfti, ikki var »við síni fullu fimm«.
? Fakta er, at tá er Føroya Banki í totalari likviditetsneyð. Hann fær eina tilsøgn frá DDB upp á 100 mió fyrst, og so sleppur hann frá at gjalda rentur av nøkrum lánum (ella lines).
? Hetta ger, at bankin ikki verður insolventur - hóast hann í veruleikanum var tað longu í 31. mars. Nú kemur panikkur í í Danmark, og Lykketoft fer at ringja og fær Tjóðbankan inn í myndina og gevur teimum munnliga játtan upp á at stjórnin stendur aftanfyri - at tjóðbankin letur likviditet.
Hann vil ikki fara til fíggjarnevndina, tí tað »vil skabe for megen støj?«. Hann sigur, at teir heldur mugu taka seg fyri fult.
Lykketoft ringir eisini til Fíggjareftirlitð og sigur, at teir mugu »skynde sig langsomt« og »ikke noget med kasseeftersyn på Færøerne - for det tåler de ikke«, skal fíggjarmálaráðharrin hava sagt.
Bjarni Djurholm sigur, at Lykketoft er vundin upp í hetta málið, tí at Nyrup sleppur sær av við trupulleikan - og at Lykketoft stendur eftir við Svartaper - eingin annar vil hava málið, og so gongur tað bara víðari?
? og tað kenna vit, at landsstýrið for niður og lænti 560 milliónir krónur