HONDBÓLTUR
Tað eru framvegis trý lið um boðið at koma í FM-finaluna, sum nú mestsum við vissu verður ímóti Stjørnuni. VB og Tjaldur hava besta møguleikan, men Neistin er framvegis væl við.
Sunnudagin bresta VB og Tjaldur saman í høllini á Vágseiði, og úrslitið av tí dystinum kann gerast avgerandi fyri, hvør verður hin finalisturin hjá fremstu hondbóltskvinnunum.
Vinnur VB, er støðan hjá teimum í Vági sera góð, tí tá eru trý stig niður til næsta liðið, samstundis sum bert fýra stig tá eru eftir at spæla um. Ein VB-sigur kann mestsum manna FM-finaluna.
Hinvegin er kappingin framvegis sera opin, um Tjaldur vinnur dystin í Vági, tí tá er framvegis tætt millum liðini, og tá kunnu úrslitini í teimum báðum síðstu umførunum gera endaspurtin serstakliga spennandi.
Higartil í ár hevur Tjaldur megnað at bitið væl frá sær ímóti VB, men av tí at dysturin hesa ferð er í Vági, har VB millum annað herfyri koppaði Stjørnuni, má VB metast sum ein lítil favorittur.
Tveir favorittar
Neistin liggur, sum sagt, eitt lítið petti aftan fyri hini bæði, men hevur framvegis møguleikan at sleppa upp í part. Tað treytar tó, at onnur úrslit lagað seg bæði ein og annan veg, men til fyrimuns fyri Neistan.
Hesa ferð er Neistin partur av grannauppgerð í høvuðsstaðnum, har mótstøðuliðið er Kyndil, sum allan veturin hevur verið botnlið og enn einki stig hevur fingið. Eingin ivi er um, at her er Neistin stórfavorittur.
Oddaliðið úr Klaksvík skal spæla á útivølli ímóti StÍF, sum kanska ikki hevur fingið so nógv stig til høldar, men kortini hevur víst styrki. Eitt nú við javnleiki ímóti Tjaldri sunnudagin.
Stjørnan er tó favorittur á Skála, og sjálvt um StÍF skuldi endurtikið sín góða innsats frá Tjaldursdystinum og fingið stig, er ein møguligur stigamissur neyvan katastrofalur fyri klaksvíkskvinnur.