M.C., Finnur Koba og Kim Hansen á somu fløgu

Fyri fyrstu ferð í 14 ár er kendi sangarin, M.C. Restorff komin við einari nýggjari fløguútgávu.

 

Nýggja fløgan, sum hevur 10 sangir - flestu teirra nýggir og onkur eldri sangur - eitur "Sanganna Veingir"

 

Talan er um eina ógvuliga fjøltáttaða útgávu, har bæði Finnur Koba, Kim Hansen, Bárður á Lakjuni, Jóan Magnus K. Olsen, Jenny Old o.o. syngja við.

 

Bæði føroyskir og íslendskir strúkarar spæla á fløguni. Hans Poulsen hevur við síni kønu hond staðið fyri framleiðsluni av fløguni.

 

Ein grønlendskur rappari, sum eitur Vilhelm Nathan Levisen er eisini við á heitislagnum "Sanganna Veingir".

 

M.C. Restorff vitjaði Rásarúmið hjá Rás2 í morgun, har hann greiddi frá útgávuni. Tað ber til at hoyra prátið við M.C. Restorff undir greinini. Av givnum orsøkum ber bert til at hoyra ein lítlan part av løgunum, ið spæld vóru.

 

(Mynd: Álvur Haraldsen)