Mál letur hurðar upp

Europaráðið og Europasamveldið hava í felag útnevnt árið í ár til Europeiskt Málár

 

MÁL

Endamálið við at útnevna árið í ár til Málár er fyrst og fremst at geva málsliga og mentunarliga ríkidøminum í Europa gætur.

Í sambandi við Málárið kemur tíðindablaðið Málár 2001 út fýra ferðir í ár. Í blaðnum eru nógvar áhugaverdar greinir. Margrethe Vestager, kenslumálaráðharri í Danmark, skrivar í innleiðingini, at vit skulu ikki bert læra mál, tí vit búskaparliga fáa nakað burtur úr. Vit skulu eisini læra mál, tí vit mentunarliga gerast ríkari. Mál víðkar sjónarringin og gevur okkum nýggjar møguleikar, uttan mun til um tað snýr seg um okkara arbeiði ella frítíð. Í hesum sambandi mugu vit ikki gloyma, at tað Europa, sum verður bygt í dag, gevur okkum møguleika at búgva og arbeiða alla staðni tvørtur um landafrøðilig mørk. Eisini eiga vit at minnast til, at eitt týdningarmikið mál, um ikki tað týdningarmesta, er at byggja eitt Europa, har fólk skilja og virða hvønn annan. Øll uttan mun til aldur kunnu og eiga at ogna sær vitan um mál og mentan í øðrum londum, tí sum átakið fyri málárið ljóðar: Mál letur hurðar upp.

Í blaðnum Málár 2001 eru upplýsingar um málárið, greinir um mál og týdning tess fyri samleika, felagskap og betri fatan millum fólk tvørtur um landamørk. Vilt tú vita meiri um Málár 2001 kanst tú fara inn á hesa heimasíðina: www.eurolang2001.org