Tað er vert hjá dønum at keypa ein ferðaseðil til Føroyar fyri at royna matin á Áarstovu.
Tað metir Politiken Rejser í eini grein, har tey viðmæla dønum nakrar matstovur, ið vanliga ikki verða nevndar.
- Politiken hevur funnið tíggju aðrar matstovur, ið liggja høgt á listanum hjá White Guides, og sum helst eru ókendar fyri flestu danir. Matstovur, ið eru verdar at ferðast til í summar. Rasmus Holmgård, ritstjóri í donsku útgávuni av White Guide, lýsir støðini, skrivar Politiken Rejser í greinini.
Noma, Geranium, Kadeau, Koks og onnur verða sett til viks eina løtu, meðan greinskrivarin velur út tíggju matstovur, ið eru so góðar, at tað eru verdar at rinda ein ferðaseðil fyri.
Um Áarstovu skrivar blaðið.
- Historiens vingesus er nærmest fysisk præsent i Áarstovas lavloftede stuer i et af de gamle byhuse ved Tinganes. Her får du rustik, men veltilberedt mad. Fra variationer af lam til rabarbertrifli – mormor-style.