0-1: Rannvá Andreasen 5.
Helga Ellingsgaard brýtir ígjøgnum vinstrumegin. Av baklinjuni sendir hon innfyri, og tætt inni undir málinum stýrir Rannvá bóltinum inn.
0-2: Malena Josephsen 9.
Ragna Andreasen fær tamarhald á verjustøðu, og lyftir upp um verjuna hjá mótstøðuni til fríu tvíburðasystrina. Einsamøll við málverjanum rullar Rannvá upp á tvørs, og so kann Malena skumpa bóltin inn.
0-3: Malena Josephsen 18.
Í vinstru tekur Rannvá skjótt innkast til Helgu. Hon dregur einaferð, og leggur so bóltin til Malenu, sum smekkar til í málið.
0-4: Eyðvør úr Dímun 30.
Eyðvør fangar ein leysan bólt uttan fyri brotsteigin, og eftir at hava jonglerað einar tvær ferðir, smekkar hon til, so bólturin í einum vøkrum boga finnu meskarnar.
0-5: Rannvá Andreasen 32.
Føroyar spæla seg væl ígjøgnum vinstrumegin, og eftir at Eyðfríð hevur spælt inn, spæla Rannvá Malena bandaspæl, sum endar við at Rannvá púra leys kann smekka til.
0-6: Rannvá Andreasen 39.
Bára Skaale leggur inn fyri úr høgru. Rannvá er fyrst á, og hálvfluktar í málið.
0-7: Eyðfríð Kristiansen 41.
Helga hevur góðan møguleika at skjóta uttan fyri brotsteigin, men velur heldur at lyfta inn til Eyðfríð, sum sera snildisliga rullar fram við fullkomuliga snýtta málverjanum.
0-8: Rannvá Andreasen 45.
Verjuleikari taklar bóltin frá Eyðvør, men hesin støkkur beint til eina leysa Rannvá, sum úr 16 metrum smekkar til uttan nakran møguleika hjá málverjanum.
0-9: Sólvá Joensen 53.
Rannvá brýtur ígjøgnum høgrumegin, og komin at baklinjuni spælir hon út frá til Sólvu, sum stýrir í kassan.
0-10: Rannvá Andreasen 56.
Bólturin verður lyftur inn um verjuna, har Rannvá smekkar til. Málverjin hálvbjargar, men bólturin støkkur aftur á Rannvá, sum sostatt skorar sítt fimta mál.
0-11: Malena Josephsen 70.
Helga tekur fríspark høgrumegin. bólturin ferðast tværtur um verjuna, har Halltóra við eini fyrstu ferðs sending finnur Rannvá, sum smekkar til, og so var føroyska málveitslan liðug á hesum sinni.