Málini hjá AB og Heðin Stenberg (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu AB vann 2-0 á EB/Streymi, og hoyr samrøðu við liðskiparan og málverjan, Heðin Stenberg

AB vann ein sera týdningarmiklan 2-0 sigur á EB/Streymi úti í Vika á Argjum í dag. Sigurin merkir, at AB er enn væl við í stríðnum at sleppa undan niðurflyting. Tvey stig eru upp til EB/Streym og Suðringar, ið hava 10 stig hvør. AB hevur átta stig.

 

17 ára gamli, Filip í Liða gjørdi sanniliga vart við seg tá hann kom inn á vøllin. Fyrst legði hann upp til 1-0 málið hjá Bjarka Nielsen, og so staðfesti hann sjálvur sigurin við at skora til 2-0.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu AB fekk bæði málini ímóti EB/Streymi. Tróndur Arge segði beinleiðis frá dystinum á Rás2.


2) Hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við liðskiparan og málverjan hjá AB, Heðin Stenberg.

 

Heðin Stenberg er sera fegin um týdningarmikla sigurin, og hann er eisini sera fegin um hvussu ungu spælararnir traðkaðu í karakter og syrgdu fyri teimum báðum málunum sum góvu AB sigurin í dag.

 

Um lutakastið til hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið sum verður í morgin sigur Heðin Stenberg, at hann hevur einki sokallað ynskimótstøðulið. Tað verður torført óannsæð um AB møtir HB, B36 ella Suðringar.

 

 

 Samrøðan Rás2 hevði við veteranin hjá EB/Streymi, Hans Paula Samuelsen hoyrist HER