Hvørki Liverpool ella Tottenham megnaðu at skora einsamalla dystinum í Premier League í kvøld. Luis Suarez kom á vøllin aftur fyri fyrstu ferð síðani hann bleiv leikbannaður fyri rasistiskan málburð móti Patrice Evra.
Tottenham kempar fyri at fylgja Manchester liðnum í oddinum, meðan Liverpool stríðist fyri at røkka Champions League fótbólti komandi ár. Harry Redknapp, venjari hjá Tottenham, skuldi koma við flúgvara úr London, har hann hevði verið í rættinum skuldsettur fyri skattasvik. Tíverri fyri hann, so fór flúgvarin ongantíð á flog vegna tekniskar trupulleikar.
Kenny Dalglish valdi at byrja við Luis Suarez á bonkinum, meðan Tottenham var uttan leikarar sum Aaron Lennon og Rafael Van der Vaart.
Liverpool var leikliga omaná og nærmast fyri Liverpool var Luis Suarez stutt fyri tíð, tá hann sútaði eitt Steven Gerrard frípark beint á Brad Friedel í Tottenham málinum. Framherjin úr Uruguay kom inn tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik. Hann fekk sutt seinni gult kort fyri at sparka Tottenham miðvallaran, Scott Parker, í búkin. Sky Sports serfrøðingurin, Gary Neville, metti at Luis Suarez var heppin bara at fáa gult kort.
Gareth Bale var um reppið vinna dystin fyri Tottenham í einum skjótálopi móti endanum, men Liverpool málverjin vardi fyri, eftir at walisin rann frá verjuni.
Tottenham er nummar trý, sjey stig aftanfyri oddaliðið Manchester City. Liverpool liggur einum einum sjeynda plássi, fýra stig aftanfyri Chelsea á fjórða plássi.
Í fyrra hálvleiki mátti dómarin steðga dystinum eina løtu, tí ein ketta kom á vøllin. Hon tóktist sera fitt og kerligt. Hvør hon er og hvussu hon er komin inn á Anfield sigur søgan einki um enn.
Premier League:
Tottenham Liverpool 0-0