Spenningurin var stórur í Listaskálanum klokkan 9:30 í morgun, tí boðað varð frá, at málningur av kendum havnarmanni fór at verða avdúkaður, og at viðkomandi bleiv til staðar, eins og listamaðurin Edward Fuglø.
Tá løtan nærkaðist, at málningurin skuldi avdúkast, vísti Helgi Fossadal, stjóri í Listaskálanum, at siga, at borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, kom at avdúka málningin.
Fegin Hegin
Tá borgarstjórin í Havn avdúkaði málnngin vísti tað seg, at tað var júst Heðin Mortensen, ið var avmyndaður á málninginum.
Heðin Mortensen fegnaðist um úrslitið, og metti listamannin vera komnan væl frá myndini.
Heðin Mortensen segði, at tað er siður í Tórshavnar Býráð, at málningur verður málaður av borgarstjórunum, og hesin var so ein í røðini.
Síðani 1909 hava 18 býráðsformenn verið, 118 býráðslimir, harav 11 hava verið kvinnur og ein kvinnuligur borgarstjóri hevur verið í Havn, visti Heðin at siga.
Heðin metti, at onnur áttu at døma um myndina, men sjálvur fjaldi hann ikki, at hann var væl foreintur við myndina.
Modernaði politikarin
Listamaðurin Edward Fuglø segði, at hann hevur málað nakrar andlitsmyndir, ið vóru av Bíbliutýðarunum Dahl, Danielsen, og Viderø, og var hetta til frímerkir.
Listamaðurin segði seg við myndini av borgarstjóranum í Havn, hava roynt gera naturalistiskan málning, ið fangaði dynamiska persónin og modernaða politikaran.
Edward Fuglø hevur sjálvur á málninginum sett Heðin í ein av kendu "egg-stólunum", ið er grønur. Um litirnar í bakgrundini, tað grøna og hvíta, segði Edward, at Heðin eisini er kendur frá ítróttinum, og at tí eru litirnir viðkomandi. Persónurin situr meira á skák og ikki miðskeiðis í myndini, og skal hetta fáa ferð á myndina.
Edward hevur nýtt á leið fýra mánaðir til málningin, oh hann hevur havt fríar teymar.
Tórshavnar Býráð hevur bílagt málningin, og Edward Fuglø segði seg hava lagt dent á at mála eina mynd av einum borgarstjóra, og ikki ein privatmann.