Málveitsla á Svangaskarði

Lítil dentur varð lagdur á verjupartin í 1. hálvleiki, men í 2. hálvleiki bundu gøtumenn, sum ikki hava tapt á Toftum síðani 1989 fyri, og so vunnu teir stórt

Tað var sera málríkt á Svangaskarði leygardagin. GÍ vann 7?3, og tað sigur ikki so lítið um, hvussu nógvur futtur var í, at støðan var 3?3, tá fyrra umfarið var hálvrunnið.

Teir á heimaliðnum royndu í 1. hálvleiki at vísa rætta hugburðin, og tað eydnaðist teimum tríggjar ferðir at koma framum. Men gøtuenn komu hvørja ferð afturíaftur beinanvegin. Sjálvt um B68 tríggjar ferðir var frammanfyri, so vóru teir tilsaman ikki frammanfyri í meiri enn seks minuttir.

GÍ kom framum stutt undan steðginum. Tá liðini komu á vøllin eftir steðgin, tóktust toftamenn ætla sær at fáa tak á aftur. Men tað gekk bara ein lítil løta, áðrenn GÍ hevði økt til 5?3, og so var liðugt hjá B68, sum hevði ilt við at finna rættu støðurnar til mótstøðumenninar. GÍ var rættuliga álopsrættað í 4?3?3 útgangsstøðu, har Magni Jarnskor, Helgi L. Petersen og Súni Olsen mannaður fremstu plássini.

Gongur tað, sum Súni Olsen ætlar, so spældi hann fyri síðstu ferð í hesum umfarinum við GÍ. Nú skal hann nýta fótbóltsevnini, sum eru ment í GÍ, í Hollandi. Farvæl heilsanin til barndómsfelagið var ikki so galin, tí Súni Olsen skoraði trý mál, og í fleiri øðrum førum átti hann næstsíðsta fótin.


Málini

1?0: 7. min. Marlon Jorge leggur innfyri úr høgru, og Súni Fríði Johannesen setur krúllin undir bóltin.

1?1: 10. min. Súni Olsen fer til baklinjuna í vinstru, leggur úr frá, og nýggi miðvallarin, Poul Henning Jacobsen smekkar til av brotsteigarmarkinum.

2?1: 14. min. Øssur Hansen fer til baklinjuna í vinstru, GÍ verjan er tøvandi, tí teir halda, at talan var um rangstøðu. Súni Fríði Johannesen er fyrstur á flata innlegginum.

2?2: 16. min. Toftamenn hava ikki fingið armarnar niður um høvdið aftur, tá Súni Olsen smekkar flatt úr vinstru og í handara síðunetið.

3?2: 21. min. GÍ málverjin trýstir Marlon Jorge niður, dómarin bríkslar fyri brotssparki, og Súni Fríði Johannesen tekur uppgávuna á seg. Hesa ferð er hann tryggur úr ellivu metrum.

3?3: 22. min. Aftur eru toftamenn ikki nóg ansnir beint eftir, at teir hava skorað. Málið er endurtøka av 1?1 málinum. Súni leggur upp, og hesa ferð er Hans Pauli Petersen avrættarin.

3?4: 43. min. Magni Jarnskor lyftir inn um B68 verjuna. Toftamenn halda, at Helgi L. Petersen er rangstaddur. Tað halda linjuverjin og dómarin ikki, og so er lætt hjá Helga at sneiða framvið málverjanum og trilla bóltin í málið.

3?5: 50. min. Hallur Hansen sendir langt útspark fram á B68 hálvuna. Fleiri verjuspælarar og B68 málverjin halda seg at hava tak á, inntil Magni Jarnskor leypur til og við høvdinum snittar upp um málverjan.

3?6 og 3?7: Súni Olsen staðfestir rimmar GÍ sigurin í 54. og 62. minutti. Í seinna førinum er púra útselt hjá toftamonnum. Helgi L. Petersen hevur bóltin og spælir lítið sjálvsøki tvørturum til uppaftr leysari Súna Olsen, sum takkar fyri.


B68:

Magnus Poulsen ? Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Oleif Joensen ? Marlon Jorge, Eyðstein Skipanes, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, Jákup Djurhuus ? Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino

GÍ:

Hallur Hansen ? Poul Ennigarð, Bartal Eliasen, Leivur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Jóan Petur Olsen, Poul Henning Jacobsen, Áslakur R. Petersen ? Magni Jarnskor, Helgi L. Petersen, Súni Olsen