Asta Armonaviciute er málverji hjá VB. Hon hevur, saman við stórskjúttanum Daivu Tuomaite, veruliga gjørt vart við seg á VB-liðnum, og hesar báðar teljast aftur millum leikararnar á VB-liðnum komandi kappingarár.
Væntar at fáa fleiri leikarar aftur
VB hevur mist nógvir leikarar til komandi kappingarár. Rannvá Augustinussen hevur júst fingið eitt lítið barn, og Laila Jespersen er við barn. Harafturat eru fleiri av ungu leikarunum farnar av landinum, av hesum kunnu vit nevna Svavu Vestergaard. Sjálvt um tær hava mist allar hesar leikarar, so hevur Asta góðar vónir til komandi kappingarár: Vit blivu nummar trý í fjør, og hetta ætla vit at gera betri í ár. Vit vóna, at bæði Rannvá og Laila vera klárar heilt skjótt, og tær fara heilt víst at hjálpa seinni í ár. Eisini er ein møguleiki fyri, at sterki strikuspælarin, Kristina Holm, byrjar aftur. Harafturat arbeiðir felagið við at fáa ein nýggjan útlendskan leikara, og um hetta eydnast, so hava vit ein sera spennandi hóp.
Nýggi venjarin skal fáa liðið aftur í toppin
Egil Steintórsson er nýggjur venjari í VB, men hann er eingin ókendur maður innan føroyskan hondbólt. Asta letur væl at venjingunum hjá Egil, og heldur, at hann er rætti maðurin at fáa VB aftur á ovastu rók: Vit hava fingið nýggjan venjara, og hansara venjingar eru sera góðar. Vit venja hart og miðvíst, og eg haldi, at hann kann føra okkum aftur í oddin. Vit hava spælt onkran vinardyst, har Egil hevur valt at nýta nógvar leikarar. Hetta haldi eg vera gott fyri teir ungu leikararnar, tí tað er týdningarmikið, at teir sleppa at royna seg móti heilt góðum liðum.
Asta leggur afturat, at tað er týdningarmikið, at venjarin trýr uppá leikararnar, serliga teir ungu, tí hetta verður týdningarmikið fyri VB-liðið í ár.
- Verður ringt at steðga Stjørnuni og Neistanum
Vit spurdu síðani Asta, hvørjum liðum hon væntaði sær størstu kappingina frá: Eg vænti, at tað verður ringt at vinna á Stjørnuni og Neistanum. Tær hava sera góð lið, og breiddin er stór hjá báðum liðum. Tær eru sterkar í verjupartinum, álopspartinum og kontraspælinum, so hesi bæði liðini vera ring at vinna í ár. Hini trý liðini skulu vit tó klára, tí vit skulu enda í millum trý tey ovastu.
At enda leggur Asta afturat, at sjálvt um bæði Stjørnan og Neistin hava góð lið, so vónar hon, at VB fer at taka hesi bæði á bóli í ár. Hon sigur, at tá allir leikararnir vera tøkir, tá verður ikki lætt hjá nøkrum liði at vinna á VB. Sostatt leggur hon upp til, at VB saktans kann spæla við um føroyameistaraheitið í ár.