- Mann sleppur langt inn í Afrika fyri pengarnar, sum ein ferðaseðil millum Føroyar og Danmørk kostar!
Hendan staðfestingin og aðrar av sama slagi eru javnan at hoyra frá atfinningarsomum føroyingum, sum ætla sær á flog við Atlantsflogi ella Maersk. Eisini útlendingar, ið umhugsa at fara til Føroya at ferðast, gera vart við ónøgd sína við ferðaseðlakostnaðin.
Bíligari teinur
Tað verður altíð ein metingarspurningur hjá viðskiftafólkum, um prísirnir eru høgir ella ikki Men uppáhaldini um dýru ferðaseðlarnar eru í veruleikanum ikki heilt rættar. Verður kostnaðurin samanborin við longdina á teininum, ber til at staðfesta, at flogleiðin millum Danmørk og Føroyar er uppi í teimum bílagaru.
Dýrari til London
Prísurin millum Keypmannahavn og London, sum er leiðin, har hin størsta kappingin er millum flogfeløg, er rættiliga fitt hægri enn tann millum Keypmannahavn og Vágar. Fyri hvørja ensku míl er kostnaðurin 6,09 krónur fyri einvegis ferðaseðil til London. Sami ferðaseðil til Føroya kostar 2,56 fyri mílina. Ein APEX-ferðaseðil millum London og Keypmannahavn kostar 2,45 fyri mílina, meðan prísurin millum Keypmannahavn og Føroyar er 1,50 fyri mílina. Lægstu átaksprísirnir á leiðunum báðum er á leið hinir somu fyri mílina. Teinurin millum Keypmannahavn og London er o.u. 30 prosent styttri enn í Vágar.
Bíligari til Føroya
Vanligir einvegis ferðaseðlar er hitt sama sum sonevndar opnir ferðaseðlar. Tað eru serliga vinnulívskundar, ið keypa hesar ferðaseðlar.
Talvan við útvaldum ferðamálum gevur ábendingar um, at longri teinurin er, jú bíligari hvør flogin míl. Men kortini sæst, at leiðin millum Føroyar og Danmørk er uppi í teimum allar bíligastu, sammett við aðrar vælkendar teinar.;la við B71.
Vágamenn høvdu havt hópin fleiri stig, um dystirnir bara vóru í ein tíma. Teir eru framvegis illa staddir, men tað tykist framvegis at vera møguleiki fyri, at teir kunnu fáa stig móti øllum. Lykladysturin hjá teimum verður 27. august, tá teir fáa sumbingar á vitjan.m avgjørt ikki stuðlar upp undir okkara eyðkenni sum ein stolt tjóð.
Og ynskið um at nú skal ein triði partur vera við til næsta samráðingar undirbyggir bert tann veruleika, at her er veruliga komið vátt í reiðrið millum partarnar. Tað fær ein at hugsa um friðavarðveitandi herlið hjá ST, sum starvast úti í heimi, har kúlur og kanónir er partur av gerandisdegnum, og har fólkið verður dagliga hótt eftir lívinum, og har liviumstøðurnar eru undir øllum lágmørkum. Men soleiðis er ikki støðan her. Vælsignaðir menn stingið fingurin í jørðina. Hava vit eitt danskt yvirvald, um berjir okkara vilja niður? Liva vit dagliga við einari danskari hóttan yvir høvdinum?
Løgmaður plagar ar siga, at vit skulu seta tokið á sporið aftur. Spor og tok er nú ikki serliga føroyskt, so fyri at brúka eina føroyska mynd, so draga vit ikki bátin oman gjøgnum urðargrót, men vit draga hann eftir lunnum, sum syrgja fyri, at hann kemur á sjógv í heilum líki.
Landsstýrið megnaði ikki at flota bátin, men vit eru aðrir sum kunnu leggja teimum lag á.
Takk fyri
Jóannes Eidesgaard