Japanski forsætisráðharrin, Yoshihiko Noda, krevur nú, at myndugleikarnir í Kina gera alt, sum stendur í teirra makt, til tess at forða álopum á japanskar ríkisborgarar og japanskar ognir í Kina. Í gjár vóru mótmælistiltøk í meiri enn 20 kinesiskum býum, og tað sama var í morgun.
Í høvuðsstaðnum, Beijing, løgdu illir kinesarar á japonsku sendistovuna, og í øðrum býum stóðu tey japonsku konsulátini fyri skotum. Harumframt hava fólk gjørt seg inn á japanskar fyritøkur og matstovur, og bilar av japanska slagnum Toyota hava heldur ikki fingið frið, skriva tíðindastovurnar.
Orsøkin til øðina er, at japanskir myndugleikar hava útvegað sær ognarrætt til nakrar smáar oyggjar, sum Kina eisini kannar sær. Tey kinesisku mótmælisfólkini siga, at framferðin hjá japanum minnir sum yvirgangin, sum japanar framdu í Kina undir seinna heimsbardaga, tá Kina var undir japanskari herseting.