Móttøka fyri nýggja deildarleiðaranum

Eyðvør Dam tók 1. februar 2004 við sum nýggjur deildarleiðari hjá Føroya Sparikassa í Sandoy. Eftir at deildin í Skopun letur aftur í dag, verður bert ein deild í oynni

Í sambandi við at Eyðvør Dam í Húsavík er sett sum nýggjur deildarleiðari á deildini hjá Føroya Sparikassa í Sandoy, var móttøka á deildini mikudagin 11. februar.

Móttøkan var almenn, og nógv fólk nýttu høvið at støkka inn á gólvið.

Eyðvør tók við eftir Sverra Mohr Edvinsson, ið herfyri fór í annað starv hjá Føroya Sparikassa.

Eyðvør er 41 ára gomul og hevur starvast í Sparikassanum síðan 1. juni 1984. Hon hevur skrivstovu- og sparikassaútbúgving og er eisini farin undir Finansiel Videreuddanelse.

Deildin á Sandi lat fyrstu ferð upp í 1971 við Eyðun Viderø sum deildarleiðara. Eisini hava Jóan Petur Vest, Jónsvein Mortensen og Sverri Mohr Edvinsson verið deildarleiðarar. Umframt deildarleiðaran eru trý onnur starvsfólk á deildini.

Eina tíð vóru fýra deildir í oynni. Umframt deildirnar á Sandi og Skopun hava eisini verið deildir í Skálavík og Húsavík. Tá deildin í Skopun í dag letur aftur, verður deildin á Sandi fyri viðskiftafólkini í allari oynni.


Myndir: Oskar Oskarsson