Móttøka í Sortudíki

Nú fimmti ára dagurin skal haldast, verður opið hús hjá Kringvarpinum Í morgin eru liðin 50 ár síðani, at Útvarp Føroya fyri fyrstu ferð sendi.

Sum vera man, so verður dagurin væl og virðiliga markeraður. Ikki minst við eini nostalgiskari útvarpsskrá, har mest sum allur dagurin er halgaður hátíðarhaldinum. Eisini fer Sjónvarpið at senda beinleiðis fyrrapartin í morgin.

Og eftir døgurða verður so opið hús. Frá kl. 15 til 17 verður nevnliga skipað fyri móttøku, har fólk eru væl komin at støkka inn á gólvið.