? Eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera nakar trupulleiki fyri kanningina, at Helena Dam á Neystabø er dóttir Atla Dam. Men eg veit ikki, hvussu tað við tí formella í hesum máli.
Hetta sigur Bjarni Djurholm, sum er hin føroyski politiski eygleiðararin í bankakanningini.
? Annars veit eg ikki rættuliga, hvat eg skal svara, men eg minnist, at tá alt hetta byrjaði, tá spurdi eg meg fyri um gegni og ógegni, og fekk týðuliga at vita, at vit sum eygleiðarar hava einki við kanningina at gera.
? Eygleiðararnir sita inni, og hava møguleika at hoyra, hvat vertður sagt, fáa tey skjølini, sum verða fyriløgd og eygleiðararnir hava møguleika at síggja skjalagoymsluna. Kanningarnevndin gjørdi okkum greitt beinan vegin, at vit koma ongantíð at vera við á nevndarfundum, so í realitetinum vita vit ikki, hvat kanningarnevndin hugsar og hvat hon ger, tá hon arbeiðir. Tað er kanningarnevndin, sum kannar - vit kanna einki. Okkara framíhjárættur er, at vit hava hoyrt, hvat fer fram á rættarfundum og hava møguleika at sæð tey skjøl, ið verða løgd fram.
? T. v. s. at vit kunnu gera okkum eina mynd av málinum og so kunnu vit siga kanningarnevndini hvørji viðurskifti, vit halda áttu at verið betur lýst o. s. fr. Hetta er okkara lutur, sigur Bjarni Djurholm.
? Nú nevna tit Helenu Dam á Neystabø. Hennara lutur í bankamálinum er ikki øðrvísi, enn tað eg júst havi sagt. Tí kunnu vit siga, at tað púra ongan týdning hevur fyri kanningarúrslitið, um hon er dóttir Atla Dam ella ikki.
Michal Rekling er í eini heilt aðrar støðu, heldur Bjarni Djurholm. Hann er skrivari hjá nevndini og hevur soleiðis verið við í øllum málinum. ? Tað er ein stórur munur, heldur Bjarni Djurholm.
? Eg kann eitt nú siga, at eg haldi eg veit, hvat úrslitið verður. Men eg havi onga trygd fyri, at so verður, tí eg áni ikki, hvat teir tosa um á nevndarfundi. Hetta er út frá tí, eg havi hoyrt og sæð - men tað er eyðsæð, at eg kann taka púra feil, sigur Bjarni Djurholm.
? Tað verður nevndin, sum fer at gera niðurstøðuna, sigur hann. Bjarni Djurholm heldur annars, at tað verður ógvuliga ringt at finna fólk, sum ikki hava okkurt smáting, ið fingurin kann setast á.
? Jamen vit eru jú sett har sum eygleiðarar fyri at tryggja, at málið eisini verður lýst frá føroyskari síðu - og frá okkara sjónarmiði, sigur hann.
? Nú var eisini nevnt, at skrivarin hjá nevndini, sum skal kanna áttatiárini er hjásitari hjá Atla Dam - jamen, hvønn týdning hevur tað, spyr Bjarni Djurholm, sum leggur afturat, at Den Danske Bank sjálvandi hevur sínar toppprofessionellu løgfrøðingar sum sínar hjásitarar. Myndin er fløktari enn so, sigur Bjarni Djurholm, sum heldur, at ov nógv verður gjørt við smálutirnar í hesum máli, heldur enn at viðgera heildina - og lýsa málið á rættan hátt.
Viðvíkjandi málinum um Rekling sigur Bjarni Djurholm.
? Hatta er als ikki okkara trupulleiki - lat teir, sum eiga trupulleikan taka sær av honum - løgmálaráðið fyrst og fremst.
Bjarni Djurholm og hinir báðir eygleiðararnir hava sjálvandi fingið stórt innlit í málið undir viðgerðini. Men tey eru øll bundin av tagnarskyldu, til niðurstøðan verður almannakunngjørd.
? Men eg vóni bara, at hendan kanningin verður gjørd liðug - tað er eingin meining í at hon skal detta niðurfyri, sigur hann.
? Vit hava ein skeringsdag, sum eitur 17. mars 1998. Tá tann dagurin er farin framvið, er alt málið dottið niður á gólvið.
Tá verða liðin fimm ár síðan viðgitna handilin, tá føroyingar tóku yvir Føroya Banka frá Den Danske Bank.
? Hetta er so trupulleikin, og tað eru kanska fleiri sum halda, at hetta hevði verið óført, men tað haldi eg ikki, sigur Bjarni Djurholm.
? Vil tað siga, at tú trýrt upp á, at føroyingar fáa okkurt burturúr kanningini?
? Eg gleiði meg at síggja frágreiðingina?