Macron vitjar Kina: Hjálpið við at leggja trýst á Russland

Kina skal »hjálpa okkum við at leggja trýst á Russland« fyri at enda kríggið í Ukraina, sigur franski forsetin.

 

Franski forsetin Emmanuel Macron saman við franska landbúnaðarráðharranum, Marc Fesneau og innanríkisráðharranum Herve Berville Ludovic Marin/AFP/Ritzau Scanpix

Franski forsetin, Emmanuel Macron, skal vitja Kina í apríl.

Hann vil við vitjanini heita á Kina um at »hjálpa okkum við at leggja trýst á Russland« fyri at enda kríggið í Ukraina.

Tað sigur hann við fronsku tíðindastovuna AFP í dag.

Fráboðanin av vitjanini kemur, dagin eftir at Kina í gjár heitti á Russland og Ukraina um at fara undir friðarsamráðingar.

Tað er tó stór stúran í vesturheiminum um heldur tøttu bondini millum Russland.

Og svarini frá leiðarum í vesturheiminum vístu heldur ikki stóran stuðul til projektið hjá Kina.

Heldur ikki frá franska forsetanum er stórur stuðul til ta ætlanina.

– Tann veruleiki, at Kina roynir at skapa frið, er gott, sigur Emmanuel Macron sambært AFP.

– Hann legur tó afturat, at friður bara er møguligur, um »russiska álopið verður steðgað, hermenn tiknir aftur, og fullveldið hjá Ukraina og fólkið verður virt«.

/ritzau/

 

 

Franski forsetin Emmanuel Macron saman við franska landbúnaðarráðharranum, Marc Fesneau og innanríkisráðharranum Herve Berville Ludovic Marin/AFP/Ritzau Scanpix