Håkan Ericson hevur úttikið 24 spælarar til landsliðsvenjingarleguna í Spania seinni í hesum mánaðinum. Føroyar skulu spæla móti Gibraltar og Likenstein. Nýggjur maður á landsliðnum er Mads Boe Mikkelsen úr KÍ.
Á tíðindafundi á Tórsvølli í dag hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sett navn á teir 24, sum skulu við til venjingarleguna í Spania. Spælarar sum Brandur Hendriksson, Jóan Símun Edmundsson, Tróndur Jensen, Heini Vatnsdal og Andreas Lava Olsen eru ikki tøkir.
Rógvi Baldvinsson úr norska Bryne er við aftur, og Ári Mohr Jónsson er tøkur aftur, eftir at hann spældi nakrar minuttir fyri HB í gjár. Hann hevur verið skaddur síðani landsdystirnar í heyst. Føroyar spæla 26. mars móti Gibraltar, og týsdagin 29. mars Liktenstein.
Teir 24 eru:
Gunnar Nielsen
Teitur M. Gestsson
Mattias Lamhauge
René Shaki Joensen
Heri H. Mohr
Viljormur Davidsen
Daniel Johansen
Sonni Ragnar Nattestad
Odmar Færø
Rógvi Baldvinsson
Hørður Askham
Heðin Hansen
Gilli Rólantsson
Gunnar Vatnhamar
Hallur Hansson
Jákup B. Andreasen
Mads B. Mikkelsen
Ári M. Jónsson
Sølvi Vatnhamar
Jóannes Bjartalíð
Meinhard E. Olsen
Petur Knudsen
Klæmint A. Olsen
Patrik Johannesen
##ms##