Mær dámdi væl ABC-samgonguna

Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsflokins, var staddur á skíðferiu í Itali, tá løgmaður í gjár skrivaði út val. Hann er nú á veg heim

– Eg hevði ikki roknað við, at val fór at verða útskrivað nú. Tí valdi eg at fara í feriu júst nú, sigur Bárður á Steig Nielsen, tá vit hittu hann fyrr í morgun.

 

Hann sigur, at orðaskiftið og atkvøðugreiðslan mánadagin ikki júst bendi á, at tað vór at skrædna nú.

 

– Men eg hevði fyrireikað meg uppá, at hetta kundi hendi, og tað vistu tey, sum vóru við í ferðalagnum hjá mær, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum vit hittu í Kastrup. Hann hevur verið á skíðferiu í Italia, og mátti nú bróta ferðina av.

 

Sum vera man er hann sum formaður í andstøðuflokki fegin um, at val er útskrivað, og flokkurin er klárur til val, sigur hann. Bæði til løgtingsval og til fólkatingsval, sum fleiri roknað við verður útskrivað fyrsta dagin.

 

– Ja vit hava fyrireikað okkum, og vit høvdu faktiskt bookað tíð til myndatøku í næstu viku, sigur hann.

 

Spurdur hvat hann heldur, at valstríðið fer at snúgva seg um, sigur hann, at tað sjálvandi verður búskaparliga støðan, bústaðarmál, útlendingamál og so at fáa javnvág íaftur.

 

– Sjálvandi fyllir ríkisrættarliga støðan rættiliga nógv hjá okkum, sigur hann og vísir á, at Sambandsflokkurin nú stendur rættiliga einsamallur á hesum øki.

 

Bárður á Steig Nielsen sær fyri sær eina breiða samgongu. Hann heldur ikki, at størru flokkarnir hava góðar royndir av smølum samgongum.

 

– Mær dámdi øgiliga væl ABC samgonguna, sum sat frá 2004- 2008 og frá 2008 til 2011, sigur hann.