Føroyskir politikarar hava nógv um oyrini næstu fýra vikurnar. Fyri fyrstu ferð skulu føroyskri politikarar reka tvey valstríð samstundis. Tað hevur áður verið tætt millum fólkatingsval og løgtingsval, men tað er ongantíð hent, val til bæði tjóðartingini hava verið í somu viku.
Soleiðis kunnu vit siga, at fólkatingsvalið verður størsta veljarakanning til eitt løgtingsval nakrantíð, tó at tað ikki er so einfalt kortini, tí føroyingar velja ymiskt til løgtingsval og fólkatingsval, tað hava vit sæð fleiri ferðir áður.
Serliga Sambandsflokkurin er ein fólkatings-flokkur, soleiðis at skilja, at Sambandsflokkurin kann fáa eitt gott fólkatingsval, sjálvt um hann klárar seg illa til eitt løgtingsval fáar vikur seinni. So er spurningurin, um eitt fólkatingsval í somu viku fer at tæða lendið hjá Sambandsflokkinum til eitt løgtingsval hesaferð.
Eisini Javnaðarflokkurin hevur havt betri úrslit til fólkatingsval, sum hevur ligið tætt upp á eitt løgtingsval.
Hetta verður fyrstu ferð í Føroya søgu, at fólk fara á standa á uppstillingarlistum til bæði fólkatingsval og løgtingsval í senn.










