Reinsiverkið á Hellisenda skal gerast liðugt

Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við at fáa reinsviverkið á Hellisenda liðugt, og í hesum sambandi hevur verið neyðugt at leggja eina fyribils grótrúgvu í fjøruna

 

Seinastu tvey árini hevur verið arbeitt við nýggjum reinsiverki á Borðoyarvík.

 

- Nýggj rørleiðing á 150 metrar bleiv løgd út og knýtt í reinsiverkið. Harumframt eru stóru tangarnir lagdir undir jørð, og økið er asfalterað.

 

Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag. 

 

Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við at fáa reinsviverkið á Hellisenda liðugt.

 

Í hesum sambandi hevur verið neyðugt at leggja eina fyribils grótrúgvu í fjøruna. 

 

- Grótrúgvan skal tryggja kranabilin, sum skal leggja betgong máttur, ið aftur skulu trygga spillvatnsleiðinga ímóti brimi.

 

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at tá arbeiðið er liðugt, verður grótið tikið burtur aftur av økinum.