Magistarar gjørt sáttmála

Tíðindaskriv

 

Magistarafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið hava tann 11. september 2001 gjørt sáttmála, ið er galdandi frá 1. mars 2001 til 1. oktober 2003. Sáttmálin gevur limum felagsins eina samlaða lønarhækking uppá umleið 12%. Við sáttmálanum er eydnast at fáa staðfest meginregluna um, at øktur førleiki gevur hægri løn. Við øðrum orðum gevur sáttmálin møguleika fyri størri lønarligum fjølbroytni og lønarliga viðurkennir phd førleika.

Í sáttmálanum er eisini semja um eina nýggja lønarskipan samansetta av einari grundløn við 12, og ikki sum higartil 15, stigum, og einum førleikalønarstiga, ið gevur møguleika fyri neyvari áseting av løn í mun til krøv um útbúgving, førleika og ábyrgd. Eftirlønargjaldið er eisini broytt soleiðis, at arbeiðsgevarin rindar alla eftirlønina, 13,5%, av grundløn og førleikaløn. Skipanin higartil, har starvsfólkið rindaði 5% av grundlønini og arbeiðsgevarin 10% dettur sostatt burtur. Nýggja skipanin tryggjar øllum limum somu eftirløn sum higartil.

Broytingar eru somuleiðis í sjálvum sáttmálatekstinum og semja er gjørd um 2 protokollat: eitt um setanarviðurskifti hjá Ph.D-lesandi og eitt um arbeiðstíð o.a. á Føroya Læraraskúla.

Harumframt er notat skrivað, sum staðfestir at hátturin at áseta ferðaendurgjald fyri tænastuferðir hevur verið umrøddur, og at Fíggjarmálastýrið sigur seg sinnað at gera avtalu, sum umfatar fleiri feløg. Í notatinum verður eisini staðfest, at partarnir eru samdir um, at gongd kemur aftur á arbeiðið at gera uppskot til reglugerð fyri virksemið hjá samstarvsráðunum.

Nevndin í Magistarafelagnum heldur sum heild, at vit hava fingið eina liðiligari, meiri tíðarhósk-andi og framtíðarvendari lønarskipan - eina skipan, ið kann vera við til at skapa menningarmøguleikar hjá starvsfólkum og stovnum.

??.

Sáttmálin og nýggja lønarskipanin verða at finna á heimasíðuni hjá Lønardeildini: www.lnd.fo