Magne Hoseth: Tað riggaði ikki

Magne Hoseth takkar á heimasíðuni hjá Lyngby fyri at hava fingið møguleikan, men viðgongur eisini, at samstarvið riggaði ikki.

 

– Tað var ein møguleiki, sum eg virði ógvuliga høgt, men tað er heldur einki dulsmál, at samstarvið millum meg og Lyngby Boldklub ikki hevur riggað, og tí havi eg fulla virðing og skilji avgerðina hjá felagnum. Eg ynski felagnum alt tað besta framyvir, sigur Magne Hoseth. 

Magne Hoseth loysti í januar av íslendska Freyr Alexandersson, sum Lyngby sendi víðari til belgiska felagið KV Kortrijk.

Magne Hoseth kom úr starvi sum venjari hjá KÍ í Klaksvík, sum gjørdust føroyameistarar í fjør og sum megnaðu at vinna seg til evropisk bólkaspæl sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð.

Í Lyngby gjørdist tað til 2-3 ímóti FC Nordsjælland og 0-1 ímóti Randers – báðir dystir á útivølli.