Føðingardagin helt Magnus leygarkvøldið á sjómansheiminum, har 130 gestir vóru og heilsaðu uppá hann.
Magnus er klaksvíkingur og uppkallaður eftir abban, Argja Magnus. Foreldrini eru Jonhild, sum fyri nøkrum árum skrivaði tiltiknu kókibókina Góðaráð, og Jósup Henriksen ella Joffa, sum skósmiðurin á Selheyggi, ið var ættaður úr Sørvági, varð nevndur.
Tá ið klaksvíkingar sum allir aðrir føroyingar fóru at keypa nýggjar skógvar í staðin fyri at lata teir til skósmiðin til umvælingar, gavst Joffa við skósmiðjuni. Hann fór at arbeiða hjá Hugo Gardar, og síðani var hann á løngjaldsstovuni. Jósup Henriksen doyði 10. august í 1993.
Magnus er elstur av fýra systkjum. Hini eru Jóhan, Petra og Anvør. Magnus býr saman við mammuni omanfyri kirkjuna, sum hann eigur fastan sess í, Jóhan býr í Klaksvík, Petra í Hvannasundi og Anvør í Streymnesi. Ein genta, Jóna, varð fødd í 1953, men hon doyði átta dagar gomul.
Síðani Magnus fór úr skúlanum, hevur hann arbeitt á Kósini. Har hevur hann verið í fleiri enn tríati ár. Magnus er vinsælur og trúgvur, hann kemur nógv í Emmaus, og hann er sera íðin KÍ viðhaldsmaður. Eitt nú var hann við til Europa Cup dystin í Molde fyri einum ári síðani.
Magnus er stillførur og vinnandi. Hann er ein býarmynd í Klaksvík, og føðingardagurin var ógvuliga hugnaligur og festligur. Ikki minst var tað hugaligt hjá honum, at eini tólv av floksfeløgunum í barnaskúlanum møttu upp og rættuliga settu dám á.