Mai mánaður var góður hjá bilasølum

Av tí at bilasølan vaks við 54 prosentum í maimánaði eru nú fleiri bilar seldir í ár enn í fjør

Tað vísa hagtøl hjá Aktstovuni, sum nú hevur gjørt upp talið av skrásetingum av nýggjum av nýggjum akførum ársins fyrstu fimm mánaðir.

Tað serliga við hagtølunum er, at sølan av persónbilum í maimánaði er vaksin úr 162 bilum í mai í fjør til 250 bilar í mai í ár. Helst er ein stórur partur leigubilar, men tað hevur tað uttan iva eisini verið í fjør. Men hesin vøkstur ger, at samlaða sølan av persónbilum ársins fyrstu mánaðir í ár er 1,5 prosent hægri enn sama mánað í fjør. Tað vil siga, at 10 fleiri nýggir persónbilar eru seldir higartil í ár í mun til í fjør. Talið í fjør var 672 meðan talið í ár er 682 nýggir persónbilar.

Tilsamans eru skrásett 904 nýggj akfør higartil í ár, meðan talið sama tíðarskeið í fjør var 869.

Sí talvuna niðanfyri

##med2##