Majken gevur kanningini nógv størri trúvirði

-Tað er við einum ávísum rættvísi, at fólk sáa iva um kanningina, men tað gevur henni eitt nógv størri trúvirði, at ein uttanhýsis løgfrøðingur hevur mett um hana, sigur Bjørn á heygum

Djurholm-kanning
 

- At ein uttanhýsis løgfrøðingur, hevur mett um Bjarna Djurholm-kanningina, gevur henni nógv størri trúvirði.
Tað heldur Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sum eisini var við til at gera stýrisskipanarlógina.
Hann heldur, tað er við einum ávísum rætti, at spurnartekin verður sett við trúvirðið av kanningini, nú tað er ein løgfrøðingur hjá Løgmanni sjálvum, ið hevur gjørt hana.
- Fólk kunnu við einum ávísum rætti seta spurnartekin við ógegni, heldur hann, sjálvt um hann samstundis ivast í, um ógegni er rætta orðið at brúka í hesum føri.
- Her er í øllum føri talan um, at tað er fyrisitingin, sum kannar seg sjálva.
 
Nógv størri trúvirði
Hinvegin vísir hann eisini á, at ein uttanhýsis og óheftur løgfrøðingur, Majken Johansen, hevur eisini havt tilfarið á hondum og hevur mett um kanningina.
- Tað gevur kanningini eitt nógv størri trúvirðið at ein uttanhýsis løgfrøðingur hevur verið upp í, sigur Bjørn á Heygum. 
Ein annar stórur ivaspurningur, sum hevur verið, er, hvørja heimild Løgmaður hevur at fara longur aftur enn 3. februar 2004, tá ið hendan samgongan tók við.
-Tað er ein góður spurningur, staðfestir Bjørn á Heygum.
Men hann staðfestir eisini, at Løgmaður hevur ikki ábyrgdina av tí, sum fór fram fyri hansara tíð.
- Jóannes Eidesgaard hevur bara ábyrgdina av tí tíðarskeiði, hann hevur verið Løgmaður og hann hevur onki sum helst við tíðarskeiðið frammanundan at gera, sigur lógarsmiðjurin.
Hann sigur, at tað skulu heilt serligar orsøkir til at fara longur aftur og hann heldur heilt avgjørt ikki,  at hetta málið ímillum Bjarna Djurholm og Framtaksgrunnin, er so serligt, at tað rættvísger, at Løgmaður fer longur aftur.
- Sjálvur haldi eg, at Løgmaður eigur at vera avmarkandi ella  tálmandi á hesum øki, tí útgangsstøðið eigur at vera, at Løgmaður skal ikki fara longur aftur enn hansara egnu embætistíð, sigur Bjørn á Heygum.
Sjálvur væntar hann ikki, at eitt úrslit hevði verið øðrvísi, uttan so, at okkurt nýtt kom undan kavi.
Annars heldur hann ikki, at kanningin er serliga áhugaverd.
- Niðurstøðan hjá fyrisitingini og einum uttanhýsis løgfrøðingi, er, at onki ólógligt er farið fram. Og ger landsstýrismálanevndin ikki meiri við tað, eiga vit at taka niðurstøðuna til eftirtektar, sigur Bjørn á Heygum.