Makrelmálið – frá orðum til gerðir

Føroyar gjørdu í 1999 eina makrelavtalu við strandalondini, sum var í orðsins sanna týdningi ein sera vánalig avtala undir táverandi umstøðum, um vit hugsa um býtislykilin, og tað sum vit fingu í okkara part, men avtalan var gjørd og tað er dagsins veruleiki.

ES, Noreg og Føroyar hava øll hesi seinastu nógvu árini vitað, at parturin, sum fall okkum í lut, var á einum støði, sum vit ikki kunnu rættvísgera yvir fyri okkara fólki, men hevur verið ein missur á 100 tals mió. kr. á hvørjum ári. Men higartil, meðan árini hava gingið, hevur nógv verið tosað politiskt í krókunum um málið, men ongantíð er gerð sett aftan fyri orðini ? okkum so líkt ? og ikki fyrr enn í ár hava vit veruliga sett gerðir aftan fyri orðini, soleiðis, at eingin misskiljing skal vera um, at vit eiga rættin til størri makrelkvotu.
Tað mest undarliga er, at vit harta okkum sjálv fyri at hava kravt okkara rætt og sett gerðir aftan fyri orð. Er tað nakar, sum hevur roynt samráðingarleistin, eru tað vit føroyingar við landstýrismanninum í fiskivinnumálum á odda við mínum fulla stuðli í allari tilgongdini. Tað er so lætt og ábyrgdarfjart at siga “ja, men vit hava ikki roynt nóg nógv” og so halda, at ES og Noreg fara at leggja seg fløt og geva okkum burtur av teirra kvotum.
Tað kemur næstan heldur ikki fram í føroyskum fjølmiðlum, at tað er ikki Føroyar, sum ikki hava fiskað burðardygt, men harafturímóti bæði Noreg og ES við útblaking og við at fiska nógv størri kvotu enn ICES mælir til. Hví tora vit ikki at nevna tað oftari og fáa tað fram í staðin fyri alla tíðina at siga, at Føroyar ikki fiska burðardygt?
Skulu vit sita hendur í favn, meðan makrelurin í okkara øki etur alt sum rekst fyri, soleiðis, at aðrir stovnar eisini koma í vanda? Sannleikin um makrelin er tann, at tey nógvu seinastu árini eru millum 70 og 80 % av makrelinum fiskaður av føroyskum skipum og landaður til útlendingar at virðisøkja, eitt nú Noreg, Ísland, og Týskland. Er hetta rætti mátin? Sjálvandi er tað ikki tað! Vit skulu gera alt fyri, at allur uppisjóvarfiskur verður virðisøktur til matna, antin umborð ella á landi, tí hetta gevur størsta virðið fyri bæði land og fólk.
Vit skulu sjálvandi taka tað í fullum álvara, at Noreg og ES bera fram ólógligar hóttanir móti okkum og Íslandi, men um tað er í lagi, at Føroyar og Ísland skulu stongjast av, um ES og Noreg ikki fáa sín vilja, so er eingin grund at samráðast víðari. So kunnu ES og Noreg bara einsamøll áseta allar kvotur í Norðuratlantshavi uttan at spyrja nakran eftir.
Latið okkum í framhaldandi góðum samstarvsanda fara aftur til samráðingarborðið og royna at fáa eina semju um makrelin fyri 2011. Hetta árið hevur givið okkum prógv á borðið, sum vísa, at vit eiga meira, enn vit hava fingið, og hevur givið okkara samfelag størri inntøkur av makrelinum í 100 mió. kr. klassanum. Alt annað líka ein sólskinssøga fyri Føroyar.