Sambært indonesiska tollvaldinum hevði maðurin júst flogið eitt rutuflogfar hjá Malaysia Airlines úr Kuala Lumpur til Jakarta, tá hann varð tikin í flogvøllinum.
Urinroynd hjá flogskiparanum vísti, at hann hevði tikið bæði metamfetamin, MDMA og kokain. Tí halda myndugleikarnir, at hann var ávirkaður av rúsevnum, meðan hann stýrdi flogfarinum.
Í kuffertinum vóru sambært løgregluni umleið 70.000 ecstasy-tablettir, býttar í 14 posar. Tollvaldið sigur, at maðurin hevði játtað at flyta rúsevnini fyri ein ókendan persón og skuldi fáa 50.000 malaysiskar ringgit – svarandi til umleið 79.000 krónur – fyri uppgávuna.
Málið verður nú kannað í samstarvi millum indonesiskar og malaysiskar myndugleikar.
Sambært AFP kann maðurin verða dømdur til lívlangt fongsul ella deyðarevsing, tí Indonesia hevur sera strangar lógir móti rúsevnum.
Malaysia Airlines hevur ikki viljað gjørt viðmerkingar til sjálva ákæruna, men upplýsir, at felagið samstarvar við myndugleikarnar og hevur sett í verk eina innanhýsis kanning. Tað leggur samstundis dent á, at felagið ikki góðtekur brot á reglurnar hjá starvsfólkum.











