Løgtingið hevur júst samtykt við 3. viðgerð uppskotið um fría fosturtøku til 12. viku í viðgongutíðini.
Tað varð samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 atkvøðum ímóti.
Hesi 17 tingfólkini atkvøddu fyri uppskotinum:
##med2##
Hesi 16 tingfólkini atkvøddu ímóti uppskotinum:
##med3##
Ein roynd varð gjørd at steðga uppskotinum. Tað vóru tey fimm tingfólkini, Hanna Jensen úr Framsókn, Helgi Abrahamsen og Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum, og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, sum skutu upp sum broytingaruppskot við 3. viðgerð at útseta gildiskomutíðina.
Tey søgdu í viðmerking til uppskotið, at málið um fosturtøku, sum er rættiliga grundleggjandi fyri nógvar føroyingar, taldist ikki millum høvuðsevnini í valstríðnum til seinasta løgtingsval.
– Fólkið valdi tí í stóran mun eina samanseting av Løgtinginum út frá øðrum spurningum enn fosturtøkumálinum. Í lógaruppskotinum er ásett, at løgtings lógin kemur í gildi 1. juli 2026, so at tíð er at fyrireika seg til broytingarnar sambært uppskotinum. Við hesum broytingaruppskotinum verður skotið upp, at gildiskoman verður útsett til 1. januar 2027.
– Tá hevur løgtingsval verið, og veljararnir hava tí í størri mun havt møguleika at valt eitt nýtt Løgting út frá hesum spurninginum, sum er so grundleggjandi hjá so mongum, søgdu tey í viðmerking til broytingaruppskotð, sum fall við 17 atkvøðum ímóti, 15 atkvøðum fyri og einar blankari atkvøðu.
##med4##














