Petur Reinert hevur bríkslað fyri síðstu ferð á Svangaskarði í kvøld. Tað endaði við málleysum javnleiki. Skálamenninir kendust vera nøgdir um at hava vunnið eitt stig, meðan tað var týðuligt, at heimamenninir vóru harmir um, at teir ikki megnaðu at vinna ímóti botnliðnum.
Í 1. hálvleiki var Skála meiri vandamikið, hóast B68 hevði bóltin væl meiri. Tá høvdu toftamenn stórar trupulleikar við at finna hvønn annan, og tað bar við sær, at skálamenn høvdu fleiri møguleikar at fara í kontra.
Eftir steðgin vendi meiri rætt hjá B68. Síðstu løtuna stríddist heimaliðið fyri at skora sigursmálið, men tað eydnaðist ikki. Sum tíðin leið kendist tað sum um, at skálamenn vóru nøgdir við javnleikin, og at teir ikki høvdu yvirskot at mynda álop.
B68 er nú á 8. plássi við fimm stigum – einum fleiri enn AB sum sunnudagin fær vitjan av HB. Skála er aftast við trimum stigum.
B68-Skála 0-0
Dómari: Petur Reinert
B68: Kristian Joensen – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenberg, Kristian Anton Andreasen – Ovi Brim (Hákun Edmundsson, 58.), Janus W. Mortensen, Evrard Blé, Jann Ingi Petersen (Emil Ronaldsson, 89.) – Jonleif Højgaard (Andrias á Líknargøtu, 64.) , Óli H. Olsen
Gult kort: Jann Ingi Petersen, Nikas Poulsen
Skála: Marku Ryutin – Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Jákup Johansen (Karstin Justesen, 90.), Poul N. Poulsen (Ólavur Mikkelsen, 7.), Holgar Durhuus, Andras Frederiksberg, Edvin Jacobsen – Brian Jacobsen
Gult kort: Mark Ryutin
LIÐUGT!
0-0
3 minuttir lagdir aftrat.
90) 0-0
Emil Ronaldson hevur avloyst Jann Inga Petersen hjá B68.
Karstin Justesen hevur avloyst Jákup Johansen hjá Skála.
80) 0-0
Tað verður alt meiri lagt fyri í nærdystunum.
75) 0-0
Skála góðan møguleika í høgru, har Jákup Johansen hevði góða roynd, men Kristian Joensen bjargaði til horna.
Eftir horna var spent støða í B68 brotsteiginum, tá ið Andras Frederiksberg royndi seg.
73) 0-0
B68 hevur fingið tak á samanspælinum. Ikki minst er tað innskifti Hákun Edmundsson, sum hevur gjørt góðan mun.
70) 0-0
Tað er langt millum málmøguleikarnar.
67) 0-0
Nú er langt millum snarálopini hjá Skála.
65) 0-0
Andrias á Líknargøtu hevur avloyst skadda Jonleif Højgaard í B68 álopinum.
62) 0-0
Niklas Poulsen hjá B68 hevur sæð gult, eftir at hann hevur óregluliga steðgað Jákup Johansen, sum við framúr temjing var um at spæla seg leysan.
60) 0-0
Hákun Edmundsson er komin inn á B68 miðvøllin í staðin fyri Ova Brim.
Tað hongur betri saman millum miðvøllin og álopið hjá B68.
55) 0-0
Jann Ingi Petersen er farin í høgru og Ovi Brim í vinstru á B68 miðvøllinum.
Skála miðvallararnir Jákup Johansen og Edvin Jacobsen hava eisini skift um pláss.
50) 0-0
Ongar serligar taktiskar broytingar eru framdar.
Lækni hevur kannað Poul N. Poulsen, sum beinanvegin varð skiftur út, tí hann var skaddur. Tað verður mett, at skaðin ikki er so álvarsamur, sum tað sá út, tá ið Poul varð borin av vøllinum.
46) 0-0
B68 verjir nú vestara málið og hevur harvið sólina í ryggin.
Skálamenn eru framvegis í ljósagrønum vestum!
Ongar skiftingar eru gjørdar í steðginum.
Teir eru farnir at hvíla seg í góðveðrinum á Toftum, har tað framvegis er málleyst.
Tað hevur gingið javnt á, og tað hava verið onkrir góðir málmøguleikar í báðum endum.
HÁLVLEIKUR
0-0
45) 0-0
2 minuttir lagdir aftrat 1. hálvleiki.
Jann Ingi Petersen, B68 liðformaðurin, hevur sæð gula kortið.
43) 0-0
Tað kennist lítið sannlíkt, at B68 álopsspælarin Jonleif Højgaard verður førur fyri at spæla eftir steðgin.
40) 0-0
Hóast tað framvegis er málleyst, so hevur tað verið undirhaldandi og hendingarríkt.
Óli H. Olsen hevur roynt seg úr 21 metrum, sum málverjin bjargaði til horna.
37) 0-0
Nærdystirnir eru tættir og tungir, men dómarin hevur ikki enn havt gula kortið úr lummanum.
35) 0-0
Nógvar sendingar eru ikki nóg neyvar.
32) 0-0
Skálamenn eru aftur tætt við. Ólavur Mikkelsen átti fína diagonalsending, og Edvin Jacobsen streyk til baklinjuna og lyfti innfyri, men bólturin lá ov høgt.
Brian Jacobsen var minuttin seinni leysur í høgru, men royndin var ikki nóg neyv.
Og ímillum hesar báðar møguleikarnar átti B68 góðan møguleika, men innleggið hjá Óla H. Olsen til Jonleif Højgaard var ikki nóg neyvt.
Jonleif Højgaard tykist ikki at vera heilt førur fyri at spæla.
27) 0-0
Nú er lív komið í eftir lítlari løtu:
Skála miðverjin Petur Pauli Mikkelsen hevur havt góða roynd, men Kristian Joensen bjargaði í tveimum royndum.
Í næsta B68 álopinum rann Óli H. Olsen frá Skála verjuni, men Mark Ryutin bjargaði í ein móti einum støðuni.
Skála hevur miðvísa ætlan at verja, meðan tað ikki gongur væl hjá B68 at fáa tak og ferð á álopsspælinum.
23) 0-0
Skála lúrir eftir møguleikum at fara í snarálop. Nú var tað tætt við, at tað eydnaðist, tá ið B68 miðvøllurin misti bóltin. Jákup Johansen royndi seg við skoti, men Kristian Joensen bjargaði.
20) 0-0
Tað er týðuligt, at hesi bæði liðini í kvøld eru í støðu, sum tey ikki plaga at vera í. Oftast eru hesi bæði undir stórum trýsti. Í kvøld hava tey møguleika at mynda álopsspæl. Tað er nýggj avbjóðing, sum tað higartil ikki hevur eydnast liðunum at lyfta.
15) 0-0
Skála hevur tvær ferðir verið í nær við og næstan støðum, uttan at nakað spurdist burturúr.
Í hinum endanum hevur B68 miðvallarin Ovi Brim havt møguleika, men Skála málverjin Marku Ryutin bjargaði meistarliga.
10) 0-0
Skála hevur havt fyrstu royndina, uttan at tað varð vandamikið.
Steðgur hevur verið í spælinum, tí Poul N. Poulsen hjá Skála er borin av vøllinum. Hann stóð fastur í vøllinum og er so mikið skaddur, at hann ikki fær spælt. Í hansara stað er komin Ólavur Mikkelsen.
1) 0-0
Petur Reinert góðtekur ikki, at skálamenn spæla í búnunum, sum teir plaga at spæla í. Orsøkin er, at dómarin heldur reyðu búnarnar hjá B68 og orangulittu búnarnir hjá skálamonnum líkjast ov nógv. At tað skyggir í sólini ger tað bara meiri torført at taka dagar ímillum, heldur dómarin, sum tí hevur givið gestunum boð um, at teir skulu í aðrar búnar.
Skálamenn hava ongar aðrar búnar við á Svangaskarð, og tí spæla teir – í hvussu so er í 1. hálvleiki – í grønum vestum. Møguleiki er fyri, at eykabúnarnir koma av Skála og út á Toftir, so tað ber til at skifta í hálvleikinum.
---
Fyrsta bríkslið í fyrsta dystinum í 7. umfari í Effo-deildini verður klokkan 18.30 í kvøld. Tað verður á Svangaskarði, har Skála er á vitjan.
Líkindini eru av teimum fagrastu, nú Petur Reinert og hansara hjálparmenn saman við teimum 22 spælarunum fyrireika seg.
Hjá heimaliðnum er tað merkisvert, at álopsspælarin Jonleif Højgaard er tøkur aftur, eftir at hann í fleiri umfør hevur sitið skaddur uttanfyri. Jonleif var toppskjútti í 1. deild í fjør. Í kvøld er hann undir liðini á Óla H. Olsen í B68 álopinum.
Skála liðið er mannað soleiðis, sum tað kundi roknast við. Poul N. Poulsen er á sentrala miðvøllinum saman við Andras Frederiksberg og Holgar Durhuus, sum er tann mest framrættaði. Í kvøld situr Ólavur Mikkelsen á beinkinum.
Líkindini á Svangaskarði eru av teimum allar fagrastu.
B68-Skála klokkan 18.30
Dómari: Petur Reinert
B68: Kristian Joensen – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenberg, Kristian Anton Andreasen – Ovi Brim, Janus W. Mortensen, Evrard Blé, Jann Ingi Petersen – Jonleif Højgaard, Óli H. Olsen
Skála: Marku Ryutin – Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Jákup Johansen, Poul N. Poulsen, Holgar Durhuus, Andras Frederiksberg, Edvin Jacobsen – Brian Jacobsen