MALTA - Ein føroyskur klettur í donskum sjógvi

Saman við konuni flutti eg til Danmarkar í útbúgvingarørindum, og búðsettist beint sunnan fyri Limfjørðin, í eini lítlari landsbygd sum eitur Ranum.

Vit føroyingar hava tann sið at leita upp landsmenn, tá vit eru uttanlanda. Soleiðis var eisini við okkum og skjótt funnu vit nakrar føroyingar í Aalborg og kníttu her nøkur nýggj vinabond.


Føroyingar í Hirtshals

Vit vistu at ein føroysk sjómansstova var í Hirtshals og at her komu landsmenn saman um gudsorði, og at frætta tíðindi heiman. Levi Joensen sum virkar sum trúðboði á sjómansstovuni Malta, er abbabeiggi mín, og tí var tað náttúrligt hjá okkum at fara tann heldur langa teinin upp til Hirtshals at hitta Levi og Grethu.

Vit fóru so eitt sunnukvøld til møti á Malta og hittu har landsmenn, sum búðleikast í Hirtshals og har um vegir.

Nakrir av teimum vóru sum vit í lestrarørindum, og skuldu heimaftur til Føroyar um stutta tíð, men vit hittu eisini fleiri kenningar sum hava búðsett seg fyri longri tíð. Eisini hittu vit eldri pensiónistar, sum ikki roknað við at venda heimaftur til føroyar at búgva.

Gleðiligt var at uppliva hvussu væl okkara landsmenn trívast í Hirtshals og hvussu dugnaligir teir hava verið at funnið sær góð arbeiði bæði á landi og á sjógvi.


Nógvir føroyingar

í Hirtshals

Hirtshals er ikki nakar stórur býður, og teir umleið 800 føroyingarnir, sum búgva her , síggjast tí aftur á gøtuni.

Serliga leggur tú merki til føroyingar, um tú gongur tær ein kaj-túr. Føroysk skip vitja ofta havnina í Hirtshals, og umframt hettar eru 12 nótabátar, heimahoyrandi í Hirtshals, sum hava føroyska manning. Føroyingar eru eisini vinnurekandi, og eiga m.a. eitt fiskavirki. Fleiri eiga partar í skipum og aðrir eiga og reka skip. Hettar hevur gjørt føroyingar sera væl umtóktar millum lokalfólkið og hevur tí verið við til at betra um trivnaðin millum føroyingar.

Lætt er at finna føroysku sjómansstovuna Malta, tí gongur tú ein túr eftir gongugøtuni í Hirtshals, sæst føroyska flaggið veitra í einari lítlari síðugøtu (Vinkelvej).


Føroyingar

samlast til møtir

Levi og Gretha byrjaðu at virka í Hirtshals í 1982. Fyrst hildu tey møtir í hølunum hjá Cosmos Trawel sum eru á kajøkinum og í 1984 fluttu tey niðan á Vinkulvej og stovnaðu har saman við ørðum sjómansstovuna Malta.

Levi greiður frá at føroyingar í Jyllandi gera nógv burtur úr at samlast til møtir. »Føroyskir ungdómar samlast til bøn og uppbyggjan ymsastaðir eins og tey trúgvandi gjørdu eftir deyða Stefanussar. Vit lesa í Apostlasøguni 8,4.... tey sum spjadd vórðu gingu nú um og kunngjørdu orð evangeliums.

Føroyskir sunnudagsskúlar og møtir eri nógva staðir og tíðir hettar at vit sum føroyingar hava fingið gott í beinini heimanífrá.«


Vit vóru kallaði til Hirtshals

Tá eg spurgdi Levi um hvussu tað bar til at hann og konan valdi at fara frá góðum umstøðum heima til at virka sum trúðboðarar í Danmark, segði hann at Harrin sjálvur kallaði tey til verkið.

»Vit vóru bert kallinum líðin og tað hevur verið sera gott at kent Harran at verið við í verkinum. Hann hevur lagt sína signing til so bæði menn og kvinnur hava funnið frið í Kristusar fullgjørda verkið á krossinum.«


Tey ferðast

kring alt Jylland

Levi og Gretha virka ikki einans millum føroyingar í Hirtshals. Í 1983 byrjaðu tey at vitja føroyingar í Esbjerg og síðan 1986 hava tey regluliga vitja føroyska eftirskúlan í Hygum, sum tá var í Genner. Tá føroyskir bátar fiskaðu í Eystursjónum vitjaðu tey eisini føroyskar sjómenn á Bornholm, men hettar helt uppat tá føroyingar góðust við fiskiskapinum. Í 1990 byrjaðu tey at vitja føroyingar í Sønderborg, Vejle, Frederikshavn og í Svendborg.

Levi og Gretha eru ikki ung longur og hava nakrar ferðir leita sær heim í styttri og longri tíð í sjúkraørindum og tí spurgdi eg Levi hvussu leingi hann og konan fóru at halda á í verkinum.

»Sum sagt hava vit uppliva Harrans signing í hesum verkið, og hóast heilsan so smátt er farin at bila, so føla vit ein stóran tørv at halda á í verkinum. Sjálvandi hava vit hugsa um at flyta heim aftur, og tað er eingin loyna at vit føla at vit forsøma abba- og ommubørnini. Men tá Harrin kallaði okkum til hetta verkið rokna vit eisini við at hann fer at kalla okkum heim aftur um hann bíðar við at koma.«


Vísa stóran blíðskap

Tey bæði Levi og Gretha vísa okkum sum vitja tey, sera stóran blíðskap, og stuttligt er at síggja hvussu væl Levi dámar at tosað við sjómennirnar. Hann er sum fiskur í sjógvi tá sjómenn koma inn á gólvið, tí sjálvur var Levi sjómaður í næstan 40 ár.

Tá møtir eru á Malta bjóðar Gretha altíð til ein kaffimunn aftaná, og hendan dagin eg og familjan vitjaðu vórðu vit harafturat bjóða til ein døgurða bita.

Eingin ivi er um at Føroyingar, sum búgva í Hirtshals, dáma væl at vitja Malta, og nógv eru sum hjálpa til í verkinum. Ungfólk skipa fyri ungdómsmøti hóskvøld og eisini eru bíbliutímar og andaktir runt um í føroyskum heimum. Levi greiddi frá at sunnudagsskúlin varð júst farin í summarfrí, og at tey høvdu havt eina sera væl eydnaða útflukt við børnunum.

Maður kemur í mansstað, sigur orðatakið og eg ivist ikki í at Harrin fer at lata verkið á Malta halda fram um tey bæöi Levi og Gretha avgerða at venda aftur til Føroyar, men tað verður ein saknur í teimum millum føroyingar í Jyllandi og tað man verða fáður sum hevur so hepna hond við sjómonnum, sum abbabeiggi mín, Levi Joensen.


Vitjið Malta

Teir føroyingar, sum ætla sær til Danmarkar í summar og leggja leiðina framvið Malta, skulu leggja til merkis at møtini, sum byrjaðu í Cosmos Trawl, verða í summar fyri 18. ferð tann 1/7, 15/7 og 29/7 kl. 19:30. Hóast hesi møti eru serliga ætlað sjómonnum, so skal eg heilsa frá Levi og Grethu og siga at Øll eru hjartaliga vælkomin.


John William Joensen, í Ranum