Malta heldur seg til heimamenn

Bara ein av teimum, sum eru boðsendir at spæla ímóti Føroyum, er í útlendskum felag

Um eina viku – leygardagin 23. mars – fara Føroyar undir nýggju EM undankappingina.

Fyrsti dysturin verður suðuri á Malta.

Nú er tað greitt, hvørjir spælarar fara at umboða Malta ímóti Føroyum.

Merkisvert er tað, at bara ein av spælarunum hjá Malta, sum umboðar útlendskt felag. Hann spælir í 3. deild í Portugal.

Superveteranurin, næstan 38 ára gamli Michael Mifsud, er framvegis á maltesiska liðnum. Hann hevur skorað 41 mál fyri føðilandið, sum er framúr høgt tal, tá ið havt verður í huga, tá ið talan er um landsliðið hjá Malta.

Trý av málunum hevur hann skorað ímóti Føroyum.

Allir hinir í maltesiska hópinum hava tilsaman skorað tíggju mál á landsliðnum.

 

Meðan nógv teir flestu í føroyska hópinum í morgin fara at spæla kappingardyst nummar tvey í ár, so eru teir á Malta í góðari dystarvenjing.

Tað sær út til, at føroyski hópurin hevur fleiri royndir og ivaleyst eisini á flestu økjum hevur betri dygdir. Spurningurin er, hvussu nógv dystarvenjingin fer at ávirka. Tað fæst at vita um eina viku, tá ið fyrsta bríkslið á Ta`Qali leikvøllinum verður klokkan 17.

 

Føroyar og Malta hittust á sama vølli 20. november í fjør í UEFA Nations League kappingini. Tá var úrslitið 1-1. René S. Joensen legði Føroyar framum í triðja minutti, og í fjórða minuttir javnaði Malta.