Lítla fótbóltstjóðin Malta tók øll á bóli og vann heimadystin ímóti Ungarn 2-1.
Andre Shembri var stóra hetjan, tí hann skoraði bæði málini hjá Malta í EM-dystinum ímóti Ungarn. Shembri legði Malta á odda í 14. minutti, men Ungarn javnaði fimm minuttir seinni.
Ungarn gjørdi sínar fortreytir nakað truplari, tá ið teir fingu ein mann vístan av vølli eftir 38 minuttir.Tíðliga í seinna hálvleiki skoraði Shembri aftur, og Malta helt leiðsluna allan vegin til dystarlok og vann harvið 2-1.