Maltesararnir fegnast um eitt stig

Í NSÍ iðra teir seg um, at góðar støður undan steðginum ikki bóru størri leiðslu enn 1-0 við sær, og nú er tað púra opið, tí tað endaði javnt

Tað endaði 1-1 í Klaksvík, har NSÍ í góðveðrinum í kvøld átti heimavøll í Conference League ímóti maltesiska Hamrun Spartans. Tað varð væntað, at gestirnir fóru at vera troyttir eftir longu ferðina úr Miðalhavinum og eyka flogferðina aftur og fram millum Føroyar og Bergen og stutta náttarsvøvnin í Bergen.

 

NSÍ gestirnir góvu til kennar, at teir vóru fegnir, tá ið írski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, men teir í gula og svørtu leguni ikki vóru nøgdir. Um eina viku fara føroysku spælararnir av álvara í eldin suðuri í Miðalhavinum, har tað er hásummar, og hitastigini eru væl fleiri, enn NSÍ spælararnir eru vanir við.

 

-Vit iðra okkum um, at tað ikki eydnaðist at skora meiri enn eitt mál í fyrra hálvleiki, tí tá høvdu vit fatur í langa endanum, og vit spældu okkum til fleiri góðar møguleikar. Eftir steðgin vóru teir í øðrvísi útgávu, og tá runnu vit nógv aftaná, staðfestir NSÍ liðformaðurin Petur Knudsen.

 

Tað var Petur Knudsen, sum við høvdinum sendi bóltin í málið eftir hornaspark frá Jann J. Benjaminsen. Tað var miðskeiðis í fyrra hálvleik, og tá var spurningurin meiri, um tað fór at eydnast NSÍ at økja um leiðsluna, heldur enn um gestirnir fóru at javna.

 

Eftir steðgin var Hamrun Spartans leikliga omaná. Tað var ov langt millum NSÍ keturnar, og tað eydnaðist væl hjá gestunum at spæla millum keturnar og vinna seg fram til góðar støður og málmøguleikar.

 

Norðmaðurin Tobias Bjornstad javnaði eftir innlegg frá baklinjuni. Hetta var fyrsta veruliga álopið hjá gestunum. Tá vóru stórir tíggju minuttir farnir av seinna hálvleiki. Talan var um mál, sum verjan og málverjin hjá NSÍ ikki eiga at vera nøgdir við. Álopsspælarin var leysur við handara stólpa, og skotið var tað, sum ofta verður nevnt kloddaskot.

 

Sum seinni hálvleikur leið, var Hamrun Spartans meiri í álopsstøðu, og gestirnir høvdu støður og møguleikar at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki.