Føroya rættur dømdi týsdagin eina 43 ára gamla føroyska kvinnu at skula inn at sita í sjey mánaðir, og 20 ára gamli sonur hennara skal sita í níggju mánaðir.
Tey vórðu dømd fyri í felag at hava smuglað góð trý kilo av hassji til Føroya.
Mamma og sonur vórðu tikin, tá ið tey komu til Føroya við Norrønu 25.mars, og sama dag vórðu tey í grundlógarhoyri fyri dupult afturlatnum hurðum varðhaldsfongslað.
Meginpartin av tíðini hevur mamman sitið avbyrgd í Mjørkadali.
Drongurin játtaði seg sekan í at hava smuglað, og at hann átti tey 18 grammini, sum politiið fann í frystiboksini í íbúðini hjá mammuni í Danmark.
Mamman luttók í fyrireikingunum, tá ið sonurin keypti bilin, sum tey fóru til Føroya við. Hon visti, at rúsevni vóru í bilinum, men hon kendi ikki nøgdina. Hon vildi ikki vita nakað, fór bara við fyri at hjálpa soninum, sum var í penganeyð. Bæði búgva í sama býi í Danmark.
Hann vildi hava mammuna við, tí tað sá betur út, helt hann.
Stóra hassjnøgdin hevði givið millum 750.000 og 900.000 krónur, um hon varð seld í Føroyum.
Tey vórðu latin leys, eftir at dómarnir vóru sagdur og fáa boð seinni um, nær tey skulu inn at sita.